Asfalt almannakunngerð fyrstu nøvnini

In: Aðrar greinar

9 Mar 2006

Fløguaktuellu Makrel, grand prix hetjan Pætur við Keldu, fólkakæra Annika Hoydal, rørandi Lena Andersen og Teknoguðarnir í Side Effect eru millum nøvnini á Asfalt.

 

Tónleikatiltakið Asfalt fer av bakkastokki fyrsta vikuskiftið í juni, fyrireikararnir hava lovað umleið 70 føroyskar tónleikabólkar. Hetta er eitt sera høgt tal, og tí verður eingin tikin av bóli av, at nøvnini fevna breitt á føroyska tónleikapallinum, Asfalt kunngerð í dag tey fyrstu nøvnini, og tey fevna um rokk, popp, fólkatónleik, kórsang, punk, kristnan popp og teknokendan industrial rokk.

 

Váttar leysasøgur

Í gjár skrivaðu vit, at Annika Hoydal, Lena og Poppkorn væntandi verða millum nøvnini. Í dag váttar Asfalt bæði Anniku og Lenu. Umftamt tær er bólkurin hjá Guðrið Hansen Isadora & The Rebels, vísusangarin og trubadururin Kári Sverrison, dreymarokkararnir í Makrel, nýggju punkararnir í Skunk, føroyski grand prix luttakarin Pætur við Keldu, industrial rokkbólkurin Side Effect og Kamarkórið. Hetta boðar frá einum sera fjøllbroyttum tiltaki.

 

Isadora & The Rebels

Isadora & The Rebels er eitt nýtt navn í føroyskum tónleiki, tey spældi eina avbera góða konsert í Kagganum herfyri.Songkvinnan Guðrið Hansen var í uppskoti til planetina, sum besta songkvinna. Guðrið hevur spælt rættiliga fitt seinasta árið, bæði sum einstaklingur og í bólkinum PH 5,5. Hon hevur millum annað luttikið í singer/songwriter kappingini og í Prix Føroyum. Guðrið var við í íslendsku útgávuni av Idols, har hon stóð seg rættiliga væl. Hennara kontrikenda gittarspæl er hugtakandi, men tað er serliga røddin hjá Guðrið, ið bergtekur.

 

Skunk

Skunk eru eitt næstan óskrivað blað í føroyskum tónleiki, teir eru fyrst og fremst kendir sum eitt av teimum mest spennandi nýggju nøvnum í GBOB kappingini. Skunk megnaði ikki at vinna seg í finaluna, men var tann bólkurin, sum fyrireikarin Jón Tyril tók fram, sum dømi um lovandi nýggjan bólk. Hann nevndi teirra tónleik eitt slag av útrykksfullum og sterkum punkbólki, sum kann fáa eina stóra framtíð. Bólkurin deilur venjingarhølið við The Dreams og Paradox, ið eini garagu, sum er vorðin Føroya næststørsta tónleikafabrikk, aftan á Margarin Fabrikkina.

 

Side Effect

Side Effect er Føroya fyrsti og kanska einasti industrial rokkbólkur. Teir hava verið á tremur við potentiali seinastu nógvu árini, men tykjast nú at hava funnið sína hyll. Oddamaðurin Ludvík Breckmann hevur sterka útstráling á pallinum. Brynjolfur á Heygum er ein tann gávuríkasti lagskrivarin í landinum, og hansara forritan er genial, Í Rúna Christiansen hevur bólkurin funnið tann fullkomna gittarleikarin til hendan tónleikin. Vanliga hevur bólkurin trummuleikara við tá hann fer á pallin. Hetta styrkir botnin og riggar væl. Bólkurin dugur betur enn flestu aðrir bólkar at fáa eina áskoðarafjøld at kóka.

 

Pætur við Keldu

Pætur við Keldu er ein av teimum heilt góðu føroysku sangarunum og klaverleikarunum. Tað er serliga ótrúliga innlivingin og inniligheitinum í røddini hjá Pæturi í bergtekur. Hann gjørdist heimskendur her á klettunum, við lagnum Som en drøm, ið gjørdist millum bestu løgini í Dansk Melodi Grand Prix 2002. Pætur hevur spælt rættiliga fitt í Danmark saman við Eyðuni Nolsøe. Teirra samstarv kom í lag í Frændum, har Pætur í nøkur ár spældi ljómborð. Hann hevur givið eina fløgu út sum einstaklingur og eina við bólkinum Tiðnað. Pætur arbeiðir í løtuni við eini poppfløgu, ið tykist sera spennandi.

 

Kári Sverrisson

Eru vit til, spurdi Kári Sverrisson í sanginum, á Amnesty International fløguni fyri sløkum 15 árum síðani. Tað var tað fyrsta, sum føroyingar veruliga hoyrdu til sangskrivaran og sangaran Kára Sverrisson. Kári var sentralur limur í tónleikabólkinum Enekk, sum var ein tann mest nýskapandi bólkurin í føroyskari  tónleikasøgu. Sum einstaklingur hevur Kári javnan framførslur við tónleiki hjá sær sjálvum og øðrum. Hann er ein gávaður og nýskapandi sangskrivari, sum telist millum teir størstu vísusangararnar, sum Føroyar hava átt. Røddin er sera egin og hann var millum uppskotini til besta sangara á Planet Awards.

 

Makrel

Makrel hevur júst givið triðju fløguna Transcend út. Bólkurin vann føroysku tónleikahjørtuni við frálíka lagnum Forever and Beyond, ið var ovast á 15 teimum bestu leingi. Hetta var eitt tað besta lagið í Prix Føroyar kappingini í ár og er við á Transcend.

Tónleikurin hjá Makrel er so øðiliga vakur. Sangarin Ári Rouch syngur við so nógvari innliving og pínu í røddini, at hann rørir hjartastreingir á sama hátt sum gandakendi gittarin hjá Rasmus Rasmussen.

Bólkurin hevur nógv ár á baki, fyrst undir navninum Happy og síðan sum Makrel. Makrel varð nummar trý í Prix Føroyum 2003.

 

Kamarkórið

Kamarkórið varð stovnað í 1985 av Ólavi Jøkladal. Fleiri ymiskir kórleiðarin hava staðið á odda fyri kórinum hesi árini, og í løtuni er tað Kári Bæk, ið á øðrum sinni roynir seg sum kórleiðara hjá Kamarkórinum. Kórið er kent fyri at vera rættiliga fríkst í sínum sangvalið og hevur m.a. tolkað renainsansu tónleik og teaturtónleik.

Kamarkórið gav í 1997 fløguna Várlongsul út, hetta er fløga við upptøkum tiknar yvir fleiri ár. Sangararnir í Kamarkórinum eru rættiliga ungir, og hetta gevur kórinum ein feskan og spennandi dám. Í løtuni arbeiðir kórið við ætlanum, um at luttaka í eini kórkapping á Malta í heyst. Á Asfalt fer ymiskt spennandi at vera á skránni. M.a. verkið Regn hjá Bjarna Restorff. Kamarkórið syngur vanliga eisini fleiri verk hjá Kára Bæk, tað er tí heldur ikki ósannlíkt, at okkurt av hesum verður sungið.

 

 

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives