Buldur og brak í tjaldinum

In: Ummæli

6 Aug 2010

The Dreams leveraðu eitt brak av einari konsert í FLAGS-tjaldinum, tað kókaði framman fyri pallinum frá fyrsta til síðsta lag.

Teir løgdu fyri við løgum á enskum av nýggjastu fløguni “Revolt”, og tað vóru nógv løg av hesari fløguni, ið vóru á skránni. Hetta var gleðiligt og tyktist at dáma teimum nógvu fjepparunum, ið vóru savnaðir í fremra parti av tjaldinum. Tey hoppaðu, dansaðu, sungu við og hugnaðu sær. Tað var eingin ivi um, at tey vóru har fyri at uppliva Føroya best dámda punkrokk bólk, og tað var heldur eingin ivi um, at The Dreams vóru har fyri at undirhalda tey, og geva teimum júst tað, ið tey vildu hava. Konsertin bleiv harafturat kryddað við nøkrum løgum av fyrru fløgunum hjá The Dreams: Tazy og Den Nye By.

The Dreams spældu ordiliga væl, og løgini sita bara. Nógvu konsertirnar og miðvísa arbeiðið við tónleiki, útrykki og framførslu hevur gjørt nógv fyri The Dreams, sum bæði sóu gott út, ljóðaðu væl, og fyrst og fremst rokkaðu.

Longri afturi í teltinum var áskoðarafjøldin heldur eldri og nakað trekari, ivaleyst fólk, ið ikki fyrst og fremst vóru har fyri The Dreams, tó so, sjálvt tey máttu geva seg yvir,  tá føroysku løgini Sa Sa Sasa og Sjeikurin vóru á skránni, og í væleydnaða eykalagnum Summer of 69 hjá Bryan Adams. Hetta vóru millum best eydnaðu løgini á konsertini, og serliga stuttligt var tað at hoyra, hvussu alt tjaldtð sang við í Sjeikurin, sangarin Hans Edvard sang ikki nógvar reglur í hesum lagnum. Eitt annað hæddarpunkt var risa hittið Under the Sun

Gestasangari var danski rapparin Niarn, og hetta var við til at gera konsertina fjølbroyttari. Niarn rappaði eitt vers inn yvir The Dreams lagið Murderous og so tolkaðu The Dreams Niarn lagið Undskyld Jeg er Fuld, umframt at Niarn luttók í Summer of 69.

The Dreams hava tvey ár tey seinastu árini spælt frálíkar konsertir á stóra pallinum, men vórðu í ár fluttir inn í FLAGS-tjaldið, ikki tí, at teir eru vorðnir verri dámdir, heldur tvørtur ímóti. Orsøkin til flytingina var, at The Dreams leygardagin skulu spæla á stóra pallinum á Skanderborg Festivalinum, og tí var einasti møguleiki, at teir spældu hóskvøld, og í kvøld er stóri pallur ikki opin.

Tað eru fyrimunir og vansar við flytingini, tjaldið var á tremur við fólki, og øgiligt hetta var sjálvandi eisini við til, at so mikið gott lív var í. Men FLAGS-tjaldið er ikki vælegnað til harðan rokk, tað rungaði øgiliga illa í dúkinum, og hetta ávirkar heildarupplivingina somikið nógv, at eg siti við høvuðpínu og ummæli. Men tó konsertin var góð.

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives