Góði ikki keypa rúsevni á festivaløkinum!

In: Hugleiðingar

2 Jul 2012

Her siti eg í tokinum  eitt stað mitt á Fjóni, ávegis til Roskilde Festivalin, og via hendan heldur lunkaða hotspottin hjá TDC, fái eg sporadiska atgongd til internetið, og her koma støðugar heilsanir frá vinum, ið biðja meg ikki keypa rúsevni á Roskilde Festivalinum, tí okkurt vandamikið er í umfar har úti. Ein sviði er longu deyður, og onnur liggja innløgd.

 

Well mínir vinir, hetta uppsummerar trupulleikan við okkara rúsevnislóggávu!

 

Ung fólk liggja og keypa og selja rúsevni, frá fólki, ið aldeilis ikki eru kompetent at selja ella keypa rúsevni. Í hesum førinum bera miðlar okkum boðini , at sonevnd skitin rúsevni eru í umfari. Tað merkir, at okkurt ov sterkt ella ov illa blandað verður selt, sum okkurt, ið tað ikki er, úrslitið er deyðir ungdómar, ið bara ætlaðu at stuttleika sær eina løtu.

 

Rúsevni eru ov stórt álvarsmál, til at lata tey kriminellu taka sær av teimum. Øll vita, at tá eitt tílíkt stórt tiltak er, fara rúsevni at verða brúkt, løgreglan kann kanna fólk, handtaka fólk, ræða fólk, kropsvisitera fólk og fæ, í klæðum og endatarmum, men óansæð verður altíð møguligt at ogna sær rúsevni.

 

Vilja vit veruliga sum samfelag góðtaka, at okkara ungu fólk vera sett í so stóran óneyðugan vanda, tá loysnin er so einføld. Lat kompetentar myndugleikar taka sær av søluni av rúsevnum. Selji tað í rúsevnishandlum, á sama hátt sum rúsdrekka verður selt í Rúsuni í Føroyum. Legg avgjøld á tey, á sama hátt sum við rúsdrekka.

 

Well siti nú í tunnlinum undir Stórabeltið, og Roskilde nærkast alsamt. Men líka so myrkt, sum tað tykist rundanum meg, líka svørt er vónin um, at onkur at okkara fólkavaldu fer at tora at gera tað, ið neyðugt er. At fáa legalisera og stýrt útbreiðsluni av rúsevnum.

 

Men eg fari at enda við nøkrum argumentum fyri, at legalisera øll rúsevni, og so mugu vit vóna, at rationellu argumentini heldur enn snævurskygdi bíttleikin fer at stýra avgerðunum hjá okkara fólkavaldu:

 

– Eyka inntøkan av avgjøldum á Rúsevni, fer at geva somikið nógv til landskassan, at tit kunnu seta skattin uppaftur meira niður, hetta er alternativi til inntøkuskattin, ið tit hava leitað eftir.

 

– Við at skipa søluna fáa vit yvirblikk yvir nýtsluna.

 

– Meðan nýtslan møguliga veksur av legalisering, so bendur alt á at misnýtslan minkar.

 

– Fíggjarliga grundarlagið hjá teimum kriminellu hvørvur.

 

– Vit sleppa undan at seta okkara ungu fólk í fongsul, og spara útreiðslur til hetta.

 

– Forboð í 100 ár hevur ikki riggað, so tað man neyvan fara at rigga nú.

 

– Rúsevni eru ov stórt álvarsmál til at lata tey kriminellu taka sær av tí

 

Og nú meðan Slagelse er farið afturum, ein heilsan til mínar vinir, eg skal nokk lata vera við at keypa onnur rúsevni enn øl og onkran hendinga White Russian á festivaløkinum.

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives