Tað er lætt at vera ein ringur kristin

In: Hugleiðingar

31 Jul 2012

Jesus prædikaði kærleika. Hetta er týdningarmesti parturin í Bíbliuni, tí kærleikin er størstur. Tá fólk brúka Bíbliuna til at halda minnilutar, sum tey samkyndu niðrið, so eru tey ikki bara ring menniskju, men eisini ring kristin. Tey loypa um garðin, har hann er lægstur, og spæla hellig uttan persónligan kostna, tví, tví, tví!

 

Mynd: Olga Fossdalsá

Bíblian er full av ymiskum livireglum, tú mást ikki røra blóð, kvinnur skulu út um bøgarðarnar, tá tær hava mánasjúku, hevur tú ein vátan dreym, skalt tú brenna tína legu, tú skalt ikki savna tær jarðligt ríkidømi, tú mást ikki girnast konuna hjá næstanum, tú skalt æra tíni foreldur. Har er stutt sagt skít fult av livireglum. Teir flestu av hesum livireglum krevja ein innsats frá tí kristna, tí velja vit ikki at taka teir fyri fult. Sum so er hetta ikki nakað at siga til, tí Bíblian eigur ikki at verða tikin 100% fyri fult, tað ber simpulten ikki til.

 

Bíblian er skrivað av fólki! Av fólki við egnum vilja. Fólki, sum í stóran mun hava arbeitt fyri makthavarar ella sjálvi hava verið makthavarar. Tí er hon í stóran mun ein máti at halda fjøldini ikki bara í skakk, men eisini sunna og vælfungerandi. Tjóðin skal vera produktiv, og klár at verja landamørkini.

 

Her eru kostráð, her eru mátar at tryggja, at fólk halda á at formera seg, og her eru ráð, ið skulu tryggja, at vit ikki rúsa okkum. Hetta er deiligt og praktiskt, og í stóran mun ein gomul útgáva av Pál Weihe. Men sum sagt, krevur hetta ein innsats ella eitt offur, og tí velja vit ikki at liva eftir nógvum av tí, akkurát sum vit  halda á at eta grind, roykja og drekka, hóast Pál sigur nei.

 

Bíblian er eisini savnað og redigerað av fólki, øðrum fólki, ið eisini hava egnan vilja. Hon átti faktiskt at havt áskriftina, tak meg ikki for bókstaviliga. Ikki tí nakar tekur hana bókstaviliga, men tí nøkur fólk velja at brúka smá brot úr Bíbliuni heilt bókstaviliga, til at buka onnur við. Seinastu dagarnar hava summi ring kristin verið frammi við tílíkum atburði. Hetta eftir gleðiligu løtuna, tá Guð blandaði seg í kjakið um samkynd, og vælsignaði Pride’ina við bakandi sól, og vit 5000 fólk saman fagnaðust um fjølbroytni til tónarnar av guddommiligum tónleiki.

Borgarstjórin í Reykjavík helt røðu. (mynd: Olga Fossdalsá)

 

Hesi ringu kristnu hava ongan trupulleika við at tulka Bíbliuna til sín egna fyrimun, í øllum teimum førum, ið høvdu kravt stórvegis innsats av teimum persónliga. Men tey velja at markera seg, tá tað snýr seg um samkynd, tí hetta er bílígt og ómaksleyst.

 

Well hetta er ófantaligt! At leggja aðrar standardir á onnur fólk enn teg sjálvan, at brúka pettir av Bíbliuni til kúga minnilutar. Hetta er ikki í trá við kærleiksboðskapin, hetta er stutt sagt ringur kristin atburður.

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives