5.000 samkynd í Føroyum?

In: Hugleiðingar

1 Aug 2012

Eg fegnist um at 5.000 fólk luttóku á Faroe Pride, nú má signalið til okkara politikarar vera nóg greitt. Men samstundis fær tað meg at hugsa, tí hetta er júst sama tal, ið metta talið av samkyndum í Føroyum er. Hví tramin hava okkara politikarar ikki langt síðan givið teimum somu rættindi, sum hinkynd hava.

 

Mannamúgvan vildi ongan enda taka (Mynd: Erland Sivertsen)

Tað hevði regnað rættiliga illa fríggjamorgunin, eg hevði verið til ljóðroynd til ólavasøkukonsertina, og mátti viðganga at tað var ikki frítt, at eg stúrdi fyri, hvussu veðrið fóra at ávirka Pridegonguna og tiltakið í Tórsgøtu.

 

Eg hevði sjálvur ætla at gingið við í gonguni, men ymiskt praktiskt í sambandi við konsertina forðaði mær í hesum. So eg stóð í alsamt batnandi veðrinum og hugdi at gonguni, ið vendi um hornið á Tórsgøtu/Steinatúni.

 

Tað kendist søguligt og stórt, tá eg varnaðist, at her var talan um sera nógv fólk. Eg skilti skjótt, at her vóru fleiri enn túsund, men tey blivu bara við at koma um hornið, Tórsgøta fyltist og alsamt fleiri komu um hornið.

 

Løgregla og fyriskiparar mettu, at talan var um eini 5.000 fólk, eitt tal, ið ivaleyst er væl á leið. Eg stóð har saman við samsintum, og vit fegnaðust, tí nú fór Føroyar ongantíð at blíva tað sama.

 

Eg eri nevniliga sannførdur um, at teir flestu at okkara politikarum ikki eru so skítbíttir, sum teirra støða í málinum um at dagføra hjúnarbandslógina fær teir at tykjast. Eg gangi út frá, at talan heldur er um, at teir royna at halda fast í sínum veljaraskarða, og eitt signal frá 5.000 fólkum eigur at fáa teir at tora betur at gera tað, ið rætt er.

 

Men tá fyrsta gleðin um stóra stuðulin til fjølbroytni hevði lagt seg, fór eg at seta tingini í perspektiv. Vanliga metir man, at útivið 10% av fólki eru samkynd. Í Føroyum er hetta tal sostatt umleið á støði við talið av luttakarum á Faroe Pride 2012. So hví skulu vit undrast yvir at 5.000 møta upp?

 

Jú gamaní ein gonga, ið telur 10% av einari tjóð er ein mega success fyri einhvørja søk, men í hesum førinum eigur tað at vera so.

 

So tit politikarar, ið ivast um hvar tykkara atkvøða skal fara, tá tit í næstum skulu atkvøða um broyting í hjúnarbandslógini, havið í huga, at vit tosa um 5.000 samkynd, við familjum og vinum, her eru vit skjótt uppi á minst helvtini av føroyingum.

 

Tað sum eg fegnaðist serliga um, var at síggja fleiri í gonguni, ið eg veit, eru samkynd, ið enn ikki hava sprett. Men liva í hinkyndum forholdum ímóti sínari náttúru.  Eg vóni, at fyri hesi var hetta eitt stig á vegnum móti at spretta, og liva eitt erligt lív.

 

Eitt deiligt tiltak, ið varð vælsignað við herligum veðri.  Til lukku Føroyar her hendur okkurt.

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives