Nær fær Tjóðveldi eina greiða støðu?

In: Hugleiðingar

2 Aug 2012

Formaðurin í Tjóðveldi var við til Pride, tað er eitt stig á rætta vegnum (mynd: Erland Sivertsen)

Eg hoyrdi í tíðindunum á nátturða í kvøld, at Framsókn setur fram uppskot um dagføring av hjúnarbandslógini í næstum. Í hesum sambandi bleiv sagt, at í øllum flokkum uttan Framsókn og Miðflokkinum, stendur tað hvørjum tinglimi frítt at atkvøða eftir egnari sannføring.

 

Eg fari í hesum sambandi at minna mín flokk, tað er Tjóðveldi, har eg havi verið limur í nógv ár, og uppstillaður fyri fleiri ferðir, um tað yvirlýsing, ið flokkurin sendi út eftir seinasta Floksting. Hon kann lesast í fullum líki her:

 

Men tann í hesum høpi mest aktuelli parturin er tann, ið snýr seg um hjúnarbandslógina. Hetta var eitt uppskot frá eldsálunum í Unga Tjóðveldi, ið flokstingið samtykti. Hetta er orðað soleiðis í yvirlýsingini:

 

“Øllum føroyingum skulu verða tryggjað somu rættindi uttan mun til átrúnað, húðarlit, politiska áskoðan og kynsliga orientering. Tá ið stevnumið floksins skulu endurskoðast, skal greið støða takast til spurningin um dagføring av hjúnabandslógini.”

 

Eg veit ikki, hvussu langt flokkurin er komin við at endurskoða stevnumiðini, men eg vildi mett, at ein niðurstøða um henda spurning byrjar at vera átroðkandi.  Vit nógvu í flokkinum, ið hava mannarættindi sum hjartamál, mugu hava avkláring, og kunnu neyvan liva við, at tinglimir hjá okkara flokki eru við til at fella eitt so prinsipielt mál.

 

Tíðarandin er til at gera broytingar, ta søgdu 5.000 í ein munn fríggjadagin. Fellur uppskotið nú, so er spurningurin, um nær tað aftur kemur fyri, og hvørjar møguleikar tað tá hevur fyri at verða viðtikið.

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives