Mjørkatos hevur ongantíð verið skilabetri

In: Hugleiðingar

8 Aug 2012

Reynsmúlalág var kjaftsvørt í mjørka. tá Unga Tjóðveldi í kvøld skipaði fyri ótrúliga hugnaligum fólkafundi, og hóast talan í praksis var um mjørkatos, hevur mjørkatos ongantíð verið skilabetri.

Vit vóru 60 fólk, ið leitaðu okkum niðan á Reynsmúlalág, tey flestu úr Havnini, men eisini nøkur komu hinumegin frá.

 

Eg havi ein veikleika fyri mjørka, og tað var ótrúliga hugnaligt at sita á hesum søguliga stað og eta muffins og drekka heitt kaffi, saman við so nógvum skilafólkum.

Bæði tingmanning og býráðsmanning hjá Tjóðveldinum vóru væl umboðaði, og so var Unga Tjóðveldi væl umboða, umframt okkum onnur.

 

Eg fangaði meg sjálvan fleiri ferðir í at rópa HOYRT!, tá Bergtóra Høgnadóttir, Hanus Pál Jógvansson og Sirið Stenberg á hvør sín frálíka hátt hugleiddu ikki bert um støðuna í dag, men eisini um hvussu vit skulu fara víðari her frá.

 

Hanus Pál vísti við sínari eldhugaðu røðu, hví vit skulu velja hann á býráðsvalinum í heyst. Sum restin av nevndarlimunum í Unga Tjóðveldinum er hetta ein ungur maður við visjónum. Hann hugleiddi m.a. um manglandi hugin hjá sínum ættarliðið at gera uppreistur, soleiðis sum ættarliðini áðrenn hetta hava gjørt. Hann endaði við einari áheitan á dagsins ungu um at finna sín uppreistur, tí tað er alneyðugt.

 

Bæði Sirið og Bergtóra hugleiddu um syrgiligu støðuna í dag, har okkara veikastu standa sera veik, nú flatskattur og annað forkelar okkum vælbjargaðu.  Eg má siga, at tað er syrgiligt at uppliva hesa støðuna, har einligar mammur mugu bidda um mat til sínu svongu børn, og landsins leiðsla ístaðin fyri at hugsa um hesi, fegnast um sínar nýggju og uppaftur flottari bilar og annað, ið tey nú hava fingið eitt sindur betri ráð til, og sambært sær sjálvum hava uppiborið. Eg haldi, at ein tann fremsta uppgávan hjá eini stjórn er at verja tey veikastu. Hví kunnu okkara politikarar ikki eisini halda tað?

 

Hetta var seinasta tiltakið á summarskránni hjá Unga Tjóðveldinum. Eg havi verið til fleiri av tiltøkunum, og eg má takka teimum fyri hesi tiltøk, ið geva einum gomlum manni sum mær eina vón fyri framtíðini hjá hesari tjóð, sjálvt í hesari politiskt myrku tíð.

 

Ja, eg vil siga, at fekk eina visjón. Lat okkum kalla hana Visjón 2015. Tí í 2015 er aftur val, og tá kunnu vit gera Føroyar til eitt gott land, har ikki ein einasti av teimum, sum nú eru í samgongu verða afturvald.

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives