Teitur ljóðblandar nýggju fløguna

In: Aðrar greinar

15 Mar 2006

Teitur er komin undir land við upptøkunum av aðru fløguni, ið Universal gevur út við føroyska listamanninum. Mánadagin fóru Teitur og svenski framleiðaranum Martin Terefe undir at ljóðblanda fløguna. Enn er tó ikki greitt, nær hon kemur út.

 

Teitur sigur, at á fløguni verða millum annað nógv av løgunum, ið vit hava hoyrt, hann spælt á konsertum seinasta árið. Her er ivaleyst talan um løg, sum tað droymandi og lokkandi ”Waiting for Mars to come out”,  tað myrka og ófrættakenda lagið ”Hitchiker”, ”Thief about to break in” og festliga næstan Frank Zappakenda lagið ”Last kid on the playground”. Hesi løg vísa øll eina eitt sindur skitnari og nógv sterkari síðu av Teitur, so tað verður spennandi at hoyra úrslitið. Teitur sigur seg sjálvan vera væl nøgdan við arbeiðið higartil.

 

Upptøkur og ljóðbland eru gjørd í London, har bæði Teitur og Martin Terefe búgva. Martin Terefe er sera royndur tónleikaframleiðari, sangskrivari og ljóðblandari, ið seinastu 12 árini hevur arbeitt á útvið hálvt hundra ymiskum útgávum. Nýggjasta fløgan, ið Terefte hevur framleitt er nýggja a-Ha fløgan, Analogue. Fyrsta stakfløgan hjá a-Ha hevur klárað seg væl á bretska hittlistanum, og er fyrsta lagið hjá a-Ha, ið er komið inn í topp 10 í Bretlandi síðan fyrst í 90’árunum.

 

 

Umframt a-Ha hevur Terefe framleitt fyrsta nýskrivaða tónleikin hjá Yusuf Islam í nógv harrans ár. Yusuf seldi í 60’unum og 70’unum 50 milliónir LP’ir undir navninum Cat Stevens, men vendi í 1977 um til Islam og skiftið navn til Yusuf Islam. Hann gavst tá somuleiðis við at spæla tónleik. Síðan 1994 hevur hann givið fløgur út aftur, men lagið Indian Ocean, ið er givið út til frama fyri tey, ið vórðu rakt av Tsunami alduni, er fyrsta nýskrivaða egna lagið hjá Yusuf, síðan hann gjørdist muslimur.

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives