Hevur Kaj Leo sæð ljósið?

In: Hugleiðingar

17 Aug 2012

So bakkaði løgmaður fyri trýstinum frá afturhaldskreftunum. Hann tyktist næstan nipin, tá hann í tíðindunum á miðdegi viðgekk, at hann var bakkaður fyri at halda sambandsflokkin intaktan. Hetta var kanska endin á einari av mest merkisverdu komediunum, ið vit hava uppliva í føroyskum politikki.

 

Nógv hevur verið spekulera aftan á ólavsøkurøðu løgmans, um hvat løgmaður var í ferð við.

 

Serfrøðingar av øllum slag, andstøða og egnu floksfelagarnir hjá løgmanni, hava bæði spekulera, skelda og filosofera og mangt annað eftir, at Føroya løgmaður, formaður Sambandsfloksins, boðaði frá, at tíðin var farin frá ríkisfelagsskapinum. Well, eg havi eisini spekulera, og eri enntá komin til eina niðurstøðu.

 

Nógv kann sigast um Kaj Leo Holm Johannesen, um manglandi taktiskt snildi, um hann heldur sín valllyfti, enntá hevur man seinastu tíðina spekulera í hansara erligheit, men mítt greiða inntrykk av manninum er, at í mun til nógvar av sínum floksfelagum, er Kaj Leo als ikki forstokkaður.

 

Eg eri sannførdur um, at dreymurin um trý sjálvstøðug ríki, ið einum ríkjafelagsskapi, kom beint frá hjartanum á Kaj Leo. Hann hevur í sínum leikluti, sum løgmaður innsæð hvussu rívandi galin dynamikkurin millum tvey lond verður, tá tað eina landið er mamma og hitt er barnið.

 

Kaj Leo hevur við øðrum orðum sæð ljósið. Hetta er ikki undarligt. Hann er jú ikki forstokkaður og dugur at síggja fornuftina í, at ómyndiger ikki er gagnlig fyri nakran. Hann hevur tingast við donsku stjørnuna og uppliva ómyndiggerðina á egnan kropp, einhvør, ið ikki er fullkomiliga forstokkaður, kann illa annað enn síggja ljósið í tílíkari støðu.

 

Einasti trupulleikin er, at sambandsflokshugsjónin er forstokka. Hon byggir á at halda status quo, óansæð hvussu og hvat. Vit skulu ikki vera í Ríkisfelagsskapinum, tí tað er til okkara fyrimuns – Nei, vit skulu vera í Ríkisfelagsskapinum óansæð. Ríkisfelagsskapurin er endamálið í sær sjálvum. Tí ger nýggja innlitið, at Kaj Leo er fullkomiliga óegnaður at leiða Sambandsflokkin longur. Hann hevur sæð ljósið, og júst ljósið er í andsøgn við hugsjónina, ið hann er høvuðsforsprákari fyri.

 

Í dag bleiv so boðað frá, at løgmaður hevði tapt. At afturhaldskreftirnar høvdu vunnið slagið, og at løgmaður bakkaði. Hetta er ikki undrunarvert, tí at latið løgmann hildið fram á sjálvstýrisleiðini sum formaður sambandsfloksins, hevði verið ein óbeinleiðis avtøka av Sambandsflokkinum.

 

Men tað sum nú er áhugavert, er at vita hvussu Kaj Leo fer at trívast í afturhaldsmyrkrinum, nú frælsisneistin er tendraður í honum. Eisini verður áhugavert at vita, um sambandsflokkurin kann liva við, at hava ein formann, ið innast inni er í andsøgn við grundhugsjónina. Men well, well, lættast er ivaleyst bara at lata standa til, gloyma alt um hetta og saman ganga víðari í afturhaldsmyrkrinum, tað er eisini tann sambandski mátin at gera tað.

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives