Syrgiligar søgur beint frá hjartanum

In: Ummæli

26 Aug 2012

Tá eg hóskvøldið var farin oman í Sirkus, so var tað fyri at skilja fenomenið Jákup Eli, og eg má siga, at eftir konsertina kenni eg meg munandi ríkaðan, og eg haldi, at eg havi skilt, hvat tað er, sum er so feitt við unga sumbinginum við teimum ofta ágangandi sangunum.

 

Eg skal viðganga púra erligt, at áðrenn hóskvøldið havi eg ongantíð givið Jákup Eli ein tjans. Eg havi ongantíð keypt eina av hansara fløgum, eg havi ongantíð leita eftir honum á Youtube ella Spotify. Eg havi ongantíð sett meg niður veruliga at lurta eftir honum á einari konsert. Eg havi stutt sagt ikki lagt orku í, at skilja hann sum listamann.

 

Gamaní, eg kenni nøkur løg, har ivaleyst Vanja er tað kendasta, og eg havi, síðan eg hoyrdi lagið fyrstu ferð í útvarpinum, duga at virðismett poppgóðskunna í hesum lagnum. Ein góðska, ið veruliga er komin til sjóndar nú All In hava gjørt eina boyband útgávu av lagnum.

 

Well, hóskvøldið skuldi Jákup Eli ikki bara upplivast men eisini skiljast. Eg setti meg í barrina við einum deiligum køldum glasi av Okkara Cider, og lurtaði og upplivdi.

 

Tað er eingin loyna, at talan ikki er um skønnsang ella virtuost gittarspæl, men tað ið manglar í penleika, hevur Jákup Eli í so ríkiligt mát í úttrykki og inniligheit.

 

Tekstirnir eru so erligir og bersøgnir. Tú kanst ikki annað enn lurta, og skilur skjótt, at hvør tekstur er sum eitt opið sár. Her er djúp sorg um vanlagnuna, avvísingar og generelt mest um sambandið við konufólk, ella skuldi eg sagt um óhepnu og sorgarfullu sambondini við konufólk. Hetta er so rátt, so erligt og sungið beint frá hjartalnum, at tú verður forførdur. Hann setur orð á viðurskifti, ið flest øll kunnu kenna seg aftur í, um enn ikki í so stóran mun, sum hjá Jákupi Eli. Men hetta er so persónligt, at eingin av okkum torir at leggja hetta bert, hetta krevur bæði hjarta og dirvi at tora at frambera.

 

Tá hann so spældi eitt nýggjari lag, ið snúði seg um at vera bukaður sum barn, so bar av.  Hetta var so kontant, rátt og bersøgi, at tú mátti forhalda teg til tað. Konsertin var so innilig, at eg kendi meg rørdan, Jákup Eli riggar, tí hann er so erligur, og tí hansara sangur kemur beint úr hjartanum. Men hann riggar eisini, tí nógv av løgum hansara hava absolutta popgóðsku. Tað er longu greitt við lagnum Vanja, men hetta er eisini galdandi fyri fleiri onnur.

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives