Tað kundi verið betur

In: Ummæli

5 Aug 2012

Svangah Dangah spældu eina konsert, ið kundi havt verið ordiliga góð, og sum fyri teir mest dedikeraðurSvangah Dangah fjeppararnar ivaleyst var júst tað. Men fyri okkum, ið bert kenna einkult løg, kendist tað, sum at hyggja eftir einum filmi á einum máli, ið man næstan ikki skilur.

 

Tónleikurin hjá Svangah Dangah er í stóran mun heldur monotonur. Her er ikki tann stóri dynamikkurin og løgini verða borin av søgunum, ið teir fortelja við sínum tekstum. Tí Svangah Dangah hava eina styrki framum allar aðrar, og tað er teirra livandi málbrúk. Eg meti fløguna Belials Synir, sum eitt tað mest áhugaverda íkastið til føroyskan skaldskap seinastu nógvu árini. Teirra rím sita væl og gerandisliga málið blanda við útlendskum lániorðum, fúlheitum og ófantaligum, hevur skapt ein skaldaligan alheim, ið er heilt egin í føroyskum høpi.

 

Men hoyrdi ikki orðini

Tí var tað ófatiliga keðiligt, at man í flestu løgunum, ikki hoyrdi hvat teir rappaðu, eitt bland av ringari artikulering og ófyrigevandi teltdúkurin í FLAGS-Tjaldinum køvdi orðini, og í summum løgum vóru bert hendinga orð skillig.  Her var serliga tann eini rapparin Steen, tann stóri syndarin. Fyri teir fjepparar, ið kenna allar tekstirnar var ivaleyst lættari at hoyra, og tað kókaði tí eisini framman fyri pallin alla konsertina. Men tað kravdi ikki meira enn at hyggja meg um, og síggja tey eitt sindur líkasælu andlitsbráini rundan um meg, og hvussu fólk sussaðu sína millum, fyri at skilja, at tað ikki bert var eg sjálvur, ið ikki heilt fekk fylgt við.

 

Tað gjørdist skjótt eitt sindur for monotont uttan tekstin. Eg byrjaði so smátt at keða meg. Hetta broyttist tó, tá tey meira kendu løgini vóru spæld, t.d.  Gentan er farlig og Frá bygd til bý. Tá fangaðu teir alla fjøldina, og eisini eg fekk verið við.

 

Ordiligan trummara

Á konsertini stillaðu Svangah Dangah upp sum ein kvartett umframt rappararnir Ragnar Davidsen og Steen Rói Lorentzen var mixmaster Urbanus og live trummuleikarin Eyðun Müller Thomsen við.  At hava trummuleikara við var frískligt, og gjørdi konsertupplivingina betur bæði visuelt, og við at ljóðmyndin gjørdist meira livandi.

 

Áhugavert samstarv

Urbanus er evnaríkur tónleikari og samstarvið við Svangah Dangah tykist sera spennandi. Tað var serliga týðiligt í allar seinasta lagnum á konsertini, Apokalypsa, ið Urbanus hevur skrivað. Tónlistarliga er hetta lagið nógv tað mest áhugaverda hjá bólklinum, og tað er ikki óhugsandi, at  hetta er ein leið, ið bólkurin skuldi hildi fram á.

 

Vit kenna tílíkar rappbólkar í londunum kring okkum, men hetta er fyrsti bólkur av sínum slag í føroyskum høpi. Við teimum gávum, ið teir hava bæði sum teksthøvundar og við sterkari hjáveru á pallinum er Svangah Dangah ein sera spennandi bólkur at fylgja framyvir.

 

Eitt hjartasuff

Alla konsertina vóru tveir myndamenn á pallinum við Svangah Dangah, um teir vóru bidnir av bólkinum til endamálið, ella um teir starvaðust fyri onkran annan veit eg ikki. Men teir gingu so nógv fyri á pallinum, at teir beinleiðis órógvaðu framførsluna fyri okkum áskoðarar. Ein teirra hevði enntá fingið tað idiotiska hugskotið at lata seg í eina reyða topphúgvu, ið skrálaði hygg at mær, fullkomiliga óprofessionelt, og órógvandi fyri framførsluna. Myndamenn eiga ongantíð  at órógva upplivigina hjá gjaldandi gesum.

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives