De første kærester i Klaksvig

In: Ummæli

5 Aug 2012

TV2 megnaðu at fáa Vágsbø uppá kók, tá risahittið “De første kærester på månen” rungaði um alla Klaksvík, og var hetta hæddarpunktið á einari fínari framførslu.

 

Høvuðsnavnið á Føroya størsta palli leygarkvøldið á Summarfestivalinum vóru donsku TV2. Hóast teir ikki savnaðu eins nógv fólk, sum Ronan Keating og Dynamit gjørdu kvøldið fyri, so var heilt nógv fólk savnað á Vágsbøi.

 

Bíðaðu eftir hittum

TV2 hevur eitt ótal av útgávum aftan fyri seg, men konsertin leygarkvøldið vísti greitt, at nógv av av hesum løgum, ikki hava vunnið sær eitt pláss, sum syngið við slagari millum breiða føroyska áskoðaraskarðan.
TV2 hava ikki sama pláss, sum eitt nú Shu-bi-dua, Frændur og Dynamitt, og hóast konsertin var fín, væl spæld og vøkur á at líta, so hevði man kensluna av, at fólk fyri tað mesta stóðu og bíðaðu eftir hittum, ið tey kundu syngja við til.

Hetta var ein tílík konsert, men eg mátti eisini staðfesta, at tað vóru dekan ov nógv løg, ið ikki komu í hittpottin.

Serliga var ein løta, ið nærum gjørdist pínlig, tá bólkur og Steffen Brandt steðgaðu, so fjøldin skuldi syngja: “Be babalula”, men eingin sang við. Steffen Brandt var tó somikið royndur, at hann kláraði at lofta støðuni og sang sjálvur linjuna eftir eitt lítið break.

 

Rungaði uppá mánan

Men tað var stórt at standa og syngja við til “Rigtige mænd”, “Vil du danse med mig”, “Lanternen”, “Kys bruden” og so risahittið yvir øll “De første kærester på månen”, ið var eykalag. Tá kókaði allur Vágsbøur og góða lagið rungaði heilt uppá mánan.

 

Veik rødd

TV2 spæla væl og høvdu teir við sær tvær vælsyngjandi kórgentur, men høvuðsmaðurin Steffen Brandt sjálvur,  hevði ikki eina serliga góða framførslu. Røddin virkaði veik og hóast kórgentur og ljómborðsleikarin royndu at fylla út, so var hetta við at gera, at konsertin ikki var frálík, men bara góð.

Serliga týðiligt gjørdust vokalu avbjóðingarnar hjá Steffen Brandt, tá gestasongkvinnan Camille Jones kom á pallin og sang “En perfekt verden”, ið hon hevur gjørt yvir gamla TV2 lagið, “Vi skaber en perfekt verden”. At hoyra hesa góðu songkvinnu saman við vælspælandi bólkinum var frálíkt, og man vildi faktiskt heldur hoyra meira av henni.

 

So vakurt

Eitt av hæddarpunktunum var tó ein onnur duett, tá ein av kórgentunum og Steffen Brandt spældu eina sera vakra minimalistiska útgávu av “Alt hvad hun ville var at danse”.  Við bara elgittara, kassagittara og sangi var sangurin borin fram so vakurt, so vakurt.

 

Samanumtikið var hetta ein fín konsert, ið tó ikki fer at teljast millum tær mest minniligu á stóra bønum frammanfyri Føroya størsta pall.

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives