Fantastiskt videoklipp við Eivør

In: Ummæli

26 Sep 2012

Konsertin hjá Eivør í Norðurlandahúsinum herfyri var heilt øgiliga góð. Longu  tá man kom inn í salin og sá fantastiska pallin, ið var gjørdur hugnaligur við proppfult av stovumøblum og lampum, var varhugin, at hetta fór at vera serliga gott. Tað bleiv konsertin, so sanniliga eisini, tað er tí at fegnast um, at Kringvarpið filmaði alla konsertina, og at vit so sleppa at uppliva hana aftur.

 

Skulu vit døma frá fyrsta lagnum, ið tey hava lagt á alnetið, so verður filmaða konsertin sera góð, tí eg má siga, at tá eg sá niðanfyristandandi Vimeoklipp, so fekk eg gásarhold. Hetta er so forbiðið gott, at eg nú gleði meg til at enduruppliva restina av konsertini eisini.

Far away from Eivor on Vimeo.

 

Eg havi verið til øgiliga nógvar konsertir hjá Eivør, eg havi ummælt so nógvar av teimum, at eg langt síðan eri givin at telja. Tær hava verið av ymiskari góðsku, frá tí fantastiska til rættiliga miðalhampa.

 

Eg havi eisini ummælt flestu fløgurnar hjá Eivør, og eitt ummæli av Room er á veg. Men eg kann longu nú, bæði frá konsertini og fløguni siga, at Eivør hevur ongantíð ljóðað so tilreiðar til at leggja heimin fyri sínar føtur. Hon ljóðar búgvin, og tey fólkini, hon nú samstarvar við, lyfta øll heildina, og gera Eivør uppaftur betri enn hon er frammanundan.

 

Høgni Lisberg er ein fantastiskur trummari, Magnus Johannesen og Tróndur Bogason eru okkara mest áhugaverdu tangentleikarar, Mikael Blak er frálíkur á bassinum og ymiskum tangentljóðførum og so má eg nevna fantastisku kórgenturnar, sum á konsertini í Norðurlandahúsinum vóru tær báðar blaðungu Elinborg Pálsdóttir og Rebekka Petersen, saman við tveimum fantastiskum íslendskum songkvinnum, ið m.a. plaga at syngja við Bjørk. Halt kipp tað ljóðaði væl. Trýst á omanfyristandandi playknøtt og uppliv okkurt heilt serligt.

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives