Sigoynarar í regninum

In: Ummæli

22 Jul 2012

Veðurguðarnir vóru ikki góðir við G! í ár, men nógvir av bólkunum fingu okkum at gloyma veðrið, ein teirra var Dánjal, sum fekk okkum at vagga við í regninum á Gøtusandi.

 

Sigoynara tónleikur átti sítt stóra pláss á ársins G!, við ikki færri enn tveimum framførslum frá Amsterdam Klezmer Band og okkara egna Dánjali, ið átti sítt pláss á stóra pallinum fríggjakvøldið beint eftir klokkan átta.

 

Vánaligt veður

Veðrið var pent sagt vánaligt, men hóast hetta vóru rættiliga fitt av fólki komin saman á sandinum, tá Dánjal settist við keyboardi mitt á pallinum. Við sær hevði Dánjal ikki færri enn 7 tónleikarar, allir útlendskir uttan Angelika Nielsen, ið spældi violin. Mandolinleikaran Kim Rafael Nyberg kenna nógv av okkum eisini úr Afenginn, ið átti eina frálíka framførslu á G! fyri nøkrum árum síðan.

 

Festligur tónleikur

Tað var trupult ikki at vagga við, og gloyma keðiliga veðrið hesa løtuna, saman við Dánjal og hansara deiligu tónleikarum. Tað er fantastiskt at síggja ein so stóran bólk, ið alíkavæl tykist at hava so stóra spæligleði. Tey hava spælt 50 konsertir saman síðan fløguútgávuna, og hetta hoyrdist eisini, tí tey spældu veruliga væl.

Eg skal viðganga, at eg kenni lítið til tónleikin hjá Dánjali. Eg havi verið á konsert hjá honum einaferð áður, og havi hoyrt okkurt í útvarpinum, men alíkavæl bleiv eg fangaður av stemninginum og fínu løgunum. Konsertin var stutt sagt ordiliga festligt.

 

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives