Gullkorn til tey fáu

In: Ummæli

22 Jul 2012

Kaj Klein og hansara frálíki bólkur stóðu fyri einari av bestu framførslunum á G! fríggjakvøldið, men dupultbóking og svikaligt veður høvdu við sær, at tað var sera tómligt niðri á sandinum hesa løtuna millum 18 og 19.

 

Kaj Klein var høvuðsnavnið á mínari G! skrá, dámligi vestmenningurin hevur latið úr honum eina av ársins bestu føroysku útgávum, og kom til Føroyar við einum serstakliga vælspælandi bólki, mannaðum av fólki úr eitt nú Savage Rose og bólkinum hjá Peter Sommer. Eg upplivdi Kaj og bólkin á framúrskarandi útgávukonsertini í januar, og gleddi meg tí at uppliva hetta aftur.

 

Heilt fá fólk

Tíanverri var skráin á Spæliplássinum gliðin nakað, og hetta merkti, at konsertin hjá Knút, ið skuldi vera áðrenn Kaj spældi, byrjaði samstundis sum tann hjá Kaj. Hetta saman við keðiliga veðrinum gjørdi, at bert heilt fá fólk vóru komin oman á sandin, tá Kaj fór á pallin tíggju minuttir yvir seks fríggjakvøldið. Her haldi eg veruliga, at fyrireikararnir skuldu havt gjørt okkurt øðrvísið, tí tað var longu greitt, at grønlendsku Nanook ikki komu til tíðina, og tá er altso ikki neyðugt, at konsertir skulu verða spældar samstundis.

Kaj tyktist nakað merktur av støðuni nøkur av fyrstu løgunum, og virkaði næstan nervøsur á stóra pallinum. Men stóra rutinan, góðu áskoðarareaktiónirnar og væl spælandi bólkurin, tyktust at tendra ein neista í Kaj og skjótt var hann spældur heitur, og so koyrdi tað bara, og hetta var veruliga ein frægd at lurta eftir.

 

Gott nýtt og gamalt

Spæliskráin var merkt av løgum av  nýggjastu útgávuni “Í andglettinum”, og hetta er absolutt gott, tí tað er ein frálík útgáva, men okkurt lag av næstseinastu útgávuni “Úr maskinrúminum” hevði snýkt seg við, t.d. stuttliga lagið Beutiful, ið bleiv sungið, sum ein heilsan til okkum vøkru áskoðarar, og Pallasa pengar, har vit sluppu at uppliva frálíka tangentleikaran Palla Hjorth spæla. Palle Hjorth er ivaleyst best kendur úr danska bólkinum Savage Rose, men nógvir føroyingar minnast hann ivaleyst, sum unga talentfulla hammondleikaran í føroysku útisetabólkunum Plastnoist og Sirm.

Plastnoist, ið var bólkurin hjá Kaj Klein og beiggja hansara Karl Anton Klein, sála, hevði eisin fingið eitt lag við á spæliskránna, og hóast tað í mun til alt annað á skránnið var á enskum, so tyktist tað hóskandi, serliga tí tað onkursvegna gav lív til tónleikin hjá Karl Anton. Nógv av teimum 50 fólkunum, ið vóru savnaði frammanfyri pallin høvdu onkursvegna eitt tilknýti til Karl Anton.

 

 

Ikki nokk av Mariu

Røddin hjá Kaj er fantastisk, rá djúp og sannførandi, men á nýggju útgávuni er Kaj farin at samstarva við Mariu Guttesen og samspælið millum teirra røddir ger ljóðmyndina uppaftur betur. Ljóðblandið á fløguni og á konsertini í sjónleikarhúsinum tók hædd fyri hetta, og var røddina hjá Mariu sera hart frá í ljóðblandinum, tí her er ikki talan um siðbundið kór, men næstan sum tað plagar at vera hjá Leonard Cohen. Men á hesari konsertini var Maria ikki nóg hart frá, til at skapa somu kensluna av samspæli millum hana og Kaj. Bert í lagnum Pallasa pengar hoyrdi man Mariu nóg væl.

Annars ljóðaðið konsertin væl, kanska var ljóðblandið eitt sindur leitandi  fyrst tvey løgini, men eftir hetta ljóðaði væl.

 

Regnið kom

Eini 50 fólk vóru á sandinum meðan Kaj spældi, vanliga koma fleiri til undir einari framførslu, men tá Kaj fór undir næsta lagið byrjaði at regna, og tað regnaði alsamt meira alla konsertina, so har vóru ikki nógv fólk, ið hættaðu sær út og oman á sandin.  Hetta er veruliga synd, tí vit sum vóru har blivu forkelaði av góðum vælspældum tónleiki við einum av okkara bestu sangskrivarum.

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives