Veljið við høvdinum!

In: Hugleiðingar

17 Oct 2012

4. hvørt ár fara vit á býráðsval, umleið 3.-4. hvørt ár fara vit á løgtingsval og 3.-4. hvørt ár fara vit á Fólkatingsval. Í Føroyum hava vit vanliga sera høga valluttøku, so demokratiið hevur tað gott her. Ella hevur tað?

 

Persónliga haldi eg ikki, at vit hava nóg góðar politikarar. Jú, gamaní summi eru fín, men har eru sanniliga eisni nógvir breyðpolitikarar, ið onkursvegna bara virka fyri at vera afturvald/ir.

Sum flest onnur fegnist eg um høga valluttøku, men eg undrist á, at sjálvt teir mest kúheidnu breyðpolitikararnir, verða afturvald/ir val eftir val.

Eg kann ikki hótta fólk at atkvøða øðrvísið, men eg fari at koma við einari almennari áheitan. Hon verður til hvønn einstakan av tykkum:

– Áðrenn tú velur onkran, kanna so um  viðkomandi helt vallyftini seinast

– Er nakað skil á tí, sum tey lova nú?

– Er nakað skil á viðkomandi?

Og kanska enn meira nærliggjandi, er onkur nýggjur á sama lista, ið tú kundi valt ístaðin?

 

Tí tú veitst, hvat tú hevur og kann tí vóna, at tú kanst fáa okkurt, sum er betri. VIt hava veruliga brúk fyri størri útskifting í føroyskum politikki. Vel við høvdinum, vel væl umhugsað og vel nýtt, um tú kanst tað.

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives