Framtíðin rokkaði á Margarinfabrikkini

In: Ummæli

11 Jul 2005

Fríggjakvøldið og leygarkvøldið vóru konsertir í Margarinfabrikkini í Havn, bæði kvøldini vóru væl vitjaði, og konsertirnar gingu væl. Lýst var við, at hetta vóru nýggjastu bólkarnir í landinum, og tveir av bólkunum vóru so nýggir, at teir frumframførdu í Margarinfabrikkini. Planet var við leygarkvøldið og kann staðfesta, at framtíðin hjá føroyskum tónleiki er fjøllbroytt og spennandi.

The Dreams var nógv besti bólkur, hetta kvøldið á Margarinfabrikkini.

Upplivingarnar vóru nógvar, heilt frá punki frá gentubólkinum Fake it, Paradox og MTV aktuellu The Dreams, til nýggja Reggae bólkin 3 Colours. Svakligasta upplivingin var ivaleyst The Headliners, meðan The story ends… við sínum yvirgearaða gittarleikara, sum líktist einum ungum Angus Young(honum úr AC/DC), spældu sín heilt egna rokktónleik.

 

Fake it

er ein spildurnýggjur bólkur, talan er um fýra ungar kvinnur, sum spæla punk og punkkendan tónleik. Trummuleikarin tey fyrstu løgini gjørdist síðan ljómborðsleikari, og trummarin í The Dreams yvirtók trummurnar, bassleikarin fór at spæla gittar og bassleikarin í The Dreams tók bassin yvir, alt meðan gittarleikarin og sangarin í The Dreams spældi gittar alla konsertina. Kvinnurnar skiftust eisini um at syngja.

“Leitandi” tykist at vera tann besta yvirskriftin at brúka um Fake it, umframt, at tær ikki høvdu avgjørt hvør spældi hvat ljóðføri, so var tónleikurin rættuliga blandaður. Tey fyrstu løgini “Orgasme” og “My boyfriend” vóru ráður beint fram eftir nøsini punkur,  teksturin: “My motherfuckin boyfriend is a motherfuckin asshole” sigur alt. Meðan teirra útgáva av “My Happy endings” og “Saints on parade” vóru nógv fittari og brutu heilt frá. Tað hoyrdist, at her var talan um ein nýggjan bólk, sum ikki heilt hevur funnið sína hyll enn. Men tær vóru spennandi.

 

The Dreams

Bólkurin, sum júst hevur verið í London og kappast í eini MTV sending, var ordiliga væl upplagdir. Tann glaði og lívsjáttandi punkurin er fantastiska fangandi, og man skilir hvat MTV sær í The Dreams. Tann fullkomiliga yvirdrivna bretska accentin og punk utsjóndin er kul, og løgini eru sera popputt.

Teir endaðu konsertina við at skifta um ljóðføri og spældu ræðuligar útgávur av “Halleluja” og “Bad Moon Rising”. Hetta var ein bólkurin kom út um pallkantin og hevði nógv yvirskot.

 

Paradox

Hetta er ein tann mest spennandi ungi bólkurin í Føroyum í  dag. Teir eru sjarmerandi, hava sterka útstráling og skriva ordliga fangandi løg. Tó vóru teir ikki heilt á sama støði, sum  teir plaga, og tað var eitt sindur synd. Tað koyrdi ikki heilt líka væl, sum t.d. tá Paradox spældu fyri krúnprinsahjúnunum

 

3 colours

spælir reggae tónleik, hetta er ikki heimagjørdur tónleikur, men alt løg hjá øðrum, men tey vóru væl spæld. Í bólkinum spæla millum annað tríggir limir úr Lama Sea, og teirra lívsgleði strálaði út av pallinum. Sangarinnan og kórgentan eru eisini framúr góðar.

 

Tað kundi tó verið eitt sindur meira áhugavert, um løgini ikki øll vóru coverløg, serliga skarð tað í oyrini, at bólkurin valdi at spæla eitt Bob Marley lagatyssi av Diana King. Tey áttu í minsta lagi at kunna gjørt sítt egna lagatyssi.

 

The Headliners

gav sínum lurtarum eina svakliga uppliving. Hetta er ein rokkbólkur við skratjara, sum skapar  garrvillar og sera stórar ljóðmyndir. The Headliners legði fyri við nøkrum friðarligum løgum, sum ikki riggaðu heilt væl. Tað var ikki fyrr enn í triðja lagi, at framførslan gjørdist góð.

 

Serliga væleydnað var lagið Elsba, sum er um ein 4 ára gamlan drong, sum eitur Elsba og fer út at keypa mjólk fyri mammu sína. Hetta lagið var heilt øðiliga stórsligið, og plátuvendarin kom ordiliga til sín rætt.

 

The story ends…

Hetta er ein bólkur, sum spælir undarligan modernaðan rokk, eitt lítið sindur í stíl við Queens of the Stone Age, tó uttan at herma. Í støðum var framførðslan heilt frálík, og rokkaði illa,  men aðrar tíðir koyrdi tað ikki líka væl. Gttarleikarin  var garrvillur, og rann runt og líktist einum nýggjum Angus Young úr AC/DC.Hetta er ein øðiliga spennandi bólkur, og teirra serligi rokkur fall eisini væl í oyrini hjá áskoðarunum.

 

Sum heild var konsertin framúr góð, tó tyktus allir bólkarnir uttan the Dreams og Paradox eitt sindur svingandi og ópoleraðir, hetta kemst ivaleyst av, at hetta eru nýggjastu bólkar í landinum.

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives