Eg sigi nei, Mr. Butterfly!

In: Hugleiðingar

30 Oct 2012

Hanus Samró luttók í Degi og Viku, sum ein endurføddur Óli Breckmann við Ólasa butterfly look, og hyper borgarligum meiningum í stíl við eldra butterfly bróðurin. Fólkaflokkinum so líkt, uppliva vit enn einafarð, at lóggáva skal ganga útyvir okkara veikastu, bara tí man er bangin fyri, at onkur snýtur seg undan at arbeiða.

 

Málið snýr seg um, at tey, ið eru á forsorg nú skulu fáa eitt fast gjald, ið er so lágt, at næstan eingin klárar at liva fyri tað. Ein einlig mamma við einum barni hevur t.d. 125 kr um dagin at liva fyri eftir fastar útreiðslur, ein stakur maður hevur 54 kr. um dagin eftir fastar útreiðslur.

 

Hetta er fyri at fáa fólk til arbeiðis, vilja tey vera við.

 

Tað liggur sostatt millum reglurnar, at fólk ikki tíma at arbeiða, tí tey hava tað so gott uppá forsorgarhjálp.

 

Eg veit ikki hvat hesir politikararnir billa sær inn. Halda teir veruliga, at nógv fólk eru, ið ikki tíma at arbeiða? Tað er burturvið, sjálvandi eru einstøk, ið eru dovin, men vit kunnu ikki byggja allan okkara forsorgarpolitikk á ræðsluna fyri, at nøkur fá snýta.

 

Samfelagið eigur at taka sær av okkara veiku, og ikki lata ræðsluna fyri at onkur snýtur, gera at tey veiku fáa ómøguligar liviumstøður. Sum skilakonan Annlis Bjarkhamar vísti á, er hetta m.a. fólk við sjúku, sum ikki eru arbeiðsfør.

 

 

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives