So er valt

In: Hugleiðingar

13 Nov 2012

So hevur man verið í Róðranestinum á Argjum og sett sín kross á røttum stað, hesaferð fór atkvøðan til ein ungan nólsoying, kanska ikki tann mest sjónligi í valstríðnum, men hann vann sær so mína atkvøðu longu 8. august, tá hann helt røðu á mjørkaklædda fólkafundinum á Reynsmúlalág, og hóast atkvøðan sat eitt sindur leyst, og bíðaði eftir, at onkur annar vann sær hana, so hevur valstríðið ikki sannført meg um, at nakar annar er frægari enn Hanus Pál.

Eftir fólkafundin, skrivaði eg soleiðis:

 

“Hanus Pál vísti við sínari eldhugaðu røðu, hví vit skulu velja hann á býráðsvalinum í heyst. Sum restin av nevndarlimunum í Unga Tjóðveldinum er hetta ein ungur maður við visjónum. Hann hugleiddi m.a. um manglandi hugin hjá sínum ættarliðið at gera uppreistur, soleiðis sum ættarliðini áðrenn hetta hava gjørt. Hann endaði við einari áheitan á dagsins ungu um at finna sín uppreistur, tí tað er alneyðugt.”

 

Tað er kanska ikki nakar uppreistur at stilla upp til býráðsval, men eg haldi, at hann hevur grein í sínum máli, tá hann í valstríðnum, hevur sagt, at ungdóminum tørvar eina rødd í býráðnum, og hansara góða skil og eldhugi, kann uttan iva gera hann til eina góða rødd fyri okkara ungu.

 

Nú góðir tveir tímar eru eftir til valhølini lata aftur, fari eg at heita á tykkum, ið enn ikki hava valt, um at finna tykkum valkortini fram, og fara í valhølið at velja Hanus Pál Jógvansson á lista E, hevði tað ikki verið serstakiliga kul, at fingið ein 19 ára gamlan mann inn í býráðið?

 

Býráðssamgongan hesi seinastu 8 árini hevur verið samansett av Javnaðarflokkinum og Tjóðveldinum. Tað er eingin ivi um, at Heðin Mortensen og Javnaðarflokkurin fáa eitt gott val, tað vísa allar Gallup kanningar, men tað hevur alstóran týdning, at Tjóðveldi eisini kemur sterkt inn, so býráðssamgongan fær røttu balansuna.

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives