Áheitan á allar føroyskar journalistar

In: Hugleiðingar

25 Nov 2012

Nú er mín lítli miðil her ikki ein journalistiskur miðil, so eg eri ikki tann, ið vanliga heldur mikrofonina í gronina á makthavarunum, tí fari eg at heita á tykkum, ið starvast á ordiligum miðlum, um at spyrja kringvarpsstjóran Dia Midjord um nakað, ið tit faktiskt longu áttu at havt spurt hann.

Hvussu nógv sparir Kringvarpið við at skerja allar fríyrkissendingarnar í útvarpinum?

Er sparingin veruliga so stór, at hetta ber mát við ta lækkan í tænastuni, ið vit lisensgjaldarar uppliva?

Orsøkin til at, at eg vil hava tykkum at svara hesum er, at eg als ikki haldi, at svarið uppá næsta spurningin er ja.

Vit hava fimm vikur eftir av hesum árinum, og frá í gjár, hevur Kringvarpsstjórin ruddað allar sendingar, ið vóru gjørdar av fríyrkisfólki av skránni. Talan er sambært portalinum um hesar sendingar:

Áðrenn Elvis
LP-in
Røddin
Rót og Rútma
Bolero
Cantabile
Morgunbland

Altso sjey sendingar, harav tann eina, Morgunbland, vanliga verður send hvønn gerandisdag (haldi eg í øllum førum), hinar eru sendingar, ið verða sendar eina ferð um vikuna. Sostatt er talan um tilsamans samsýning til framleiðslu av ellivu sendingum um vikuna í fimm vikur, ella 55 sendingar, herav eru bæði jól og nýggjár, so fleiri sendingar høvdu neyvan verið á skrá alíkavæl. Tað eg kenni til lønarlagið hjá fríyrkisfólki í Kringvarpinum, skuldi tað undrað meg almikið, um sparingin er yvir kr. 100.000,-

Vit tosa sostatt um, at Kringvarpið fær eitt undirskot uppá 3,7 ístaðin fyri 3,8 mió. Ella við øðrum orðum skít líkamikið.

 

Kann ein av tykkum, sum hevur ein ordiligan miðil ikki kanna hetta her, og kanska koma við uppfylgjandi spurninginum til Dia, um hann bara ger hetta fyri at provokera, og vísa politiska myndugleikanum, hvar skápið skal standa?

 

Sum ein, ið rindar Kringvarpsgjald, so haldi eg als ikki, at hetta er stuttligt ella nakað, ið kann góðtakast av einum almennum stjóra, serliga einum, ið hevur lutvísa ábyrgd í ringu støðuni eftir av hava sitið í stýrinum í fýra ár.

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives