Lippukassin – Spennandi útlendsk nøvn á AME

In: Lippukassin

25 Nov 2012

Í ár hava fyriskipararnir av Atlantic Music Event valt at gera AME til eitt norðurlendskt sýnisgluggatiltak. Hini norðurlendsku londini hava fingið høvi til at senda bólkar til Føroyar at umboða lond síni á stóra tiltakinum í Norðurlandahúsinum. Umframt at hetta ger tiltakið áhugaverdari sætt við eygunum hjá tónleikaídnaðinum kring heimin, so gevur hetta føroyskum áskoðarum eitt forkunnugt høvið at uppliva nakrar av mest spennandi bólkunum á tónleikapallunum í londunum kring okkum.  Norðurlandahúsið hevur tryggjað sær ein íslendskan, ein svenskan, ein norskan, ein grønlendskan og tveir danskar bólkar, ið koma at spæla, saman við teimum átta føroysku nøvnunum.

Les um spennandi útlendsku nøvnini, sum luttóku á AME Føroyar 2007 her

 

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives