Samanbar Gøtu við Liverpool

In: Aðrar greinar

25 Apr 2007

Sendingin Studio 4 á donsku útvarpsrásini P4 varpaði í gjár ljós á Atlantic Music Event, og á blómandi tónleikalívið í Føroyum eitt nú í Gøtu.

Jens Ove Friis frá plátufelagnum RecArt

Hvussu kann tað bera til, at fólk úr tónleikaídnaðinum frá nær og fjar, fara longu leiðina til 18. fjarskotnar og vindbardar oyggjar fyri at brúka eitt vikuskiftið har? Hetta var spurningurin, sum í gjár var settur í sendingini Studio 4 á Danmarks Radio P4 í tímanum millum 14-15. Gestir í sendihølinum var Jens Ove Friis, plátufelagsstjóri á felagnum Reccart. JOF, sum hann vanliga verður róptur, svaraði spurninginum í sendingini, og lýsingarorðini vóru sera jalig. Plátufealgsstjórin, sum avdúkaði fyri planet.fo herfyri, at hann fór at skriva sáttmála við tvey av nøvnunum á AME-Føroyar var komin á gátt, við nýggjum tónleiki við Boys In A Band og Eivør.

Hann greiddi frá, at áhugin millum fólk í ídnaðinum var vaksin nógv, tí fólk sóu Teit, og vildu fegin uppliva tónleikapallin, ið hevur forstrað hann.

JOF greiddi frá, at hann var áhugaður í at gera sáttmála við Boys In A Band. Men, at hann metti, at eini 5-7 nøvn, av teimum, ið hann hevði hoyrt í Føroyum, saktans kundu gera seg galdandi á altjóða tónleikapallinum. Hann greiddi livandi frá, hvussu upplivingin av Boys In A Band í Kagganum hevði sannført allar útlendsku gestirnar. Upplivingin av bólkinum á konsert var heilt vill, segði hann og vísti á, hvussu sangarin Pætur við íblástri frá Bob Dyllan skrivaði tónleik, tí hann mátti, og samanbar hann við danska tónleikahalgimenni Eik Skaløe úr Steppeulvene.

Eisini framførslan hjá Eivør fekk jalig orð við frá plátufelagsstjóranum. Hann segði, at framførslan enn sat á rygggeislunum á honum, og tá hann hugsaði um hana, fekk hann enn gásarhold. Hann kallaði Eivør magiska og fantastiska. Eisini bólkin hjá Eivør rópti hann fantastiskan. Hann var als ikki í iva um,  at Eivør um 3-5 ár var eitt heimsnavn.

Jens Ove Friis vísti á, at hann í nógv ár hevði fylgt við á føroyska tónleikapallinum, og kallaði føroyska tónleikapallin ein tónleikaligan smeltipott. Hann samanbar tónleikaumhvørvið í Gøtu við Århus í 80’unum og Liverpool í 60’unum.

Hann vísti á, at hann helt føroyska tónleikin vera sera áhugaverdan, tí hann hevði eina rástyrki og orku, ið kom úr føroysku søguni.

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives