Stórt enskmælt ummæli av AME

In: Aðrar greinar

10 May 2007

Á heimasíðuni drownedinmusic.com kann Atlantic Music Event endurupplivast gjøgnum myndir og orð hjá enska tónleikaummælarin Paul Sullivan.

 

Paul Sullivan tók hópin av myndum á ferðini og ætlaði sær at skriva greinar um upplivingar sínar til fleiri ymiskar miðlar. (mynd: Niels Uni Dam)

Millum útlendsku gestirnar á AME var blað- og myndamaðurin Paul Sullivan, ið til dagligt búleikast í Týsklandi, men sum hevur heimin sum arbeiðspláss. Sullivan starvast sum free-lance blaðmaður hjá hópin av ymiskum tónleikabløðum og tónleikaheimasíðum. Hann segði við okkum, tá hann vitjaði í Føroyum, at hann fór at skriva fleiri ymiskar greinar frá tiltakinum til ymisk bløð,  og nú er fyrsta ummælið av AME komið frá hansara hond á einum av hesum miðlum, tónleikaheimasíðuni drownedinsound.com.

 

Eivør trøllabant

Talan er um eitt størri ummæli av tiltakinum og av upplivingini av føroysku natúrini, ið Sullivan upplivdi sum sera vakra. Sum heild er ummælið sera jaligt. Serliga Eivør verður tikin fram, Sullivan skrivar:

“Dugnaligir, sum nógvir av bólkunum hetta vikuskiftið vóru, so kundi eingin veruliga sammetast við Eivør. Ílatin sum ein víkinga dervish kemur hon á pallin. Hon er sláandi vøkur, hevur eina sterka hjáveru á palli eftir nógvu konsertferðirnar og eina rødd í trøllabindur. Tað er torført at trúgva, at Eivør einans er 25 ár, soleiðis sum hon sveimar gjøgnum alt frá poppi, rokki, jassi, akkustiskum sangum og siðbundnum vísum. Tað munnu neyvan finnast meira natúrligar popp-stjørnur enn hetta.”

 

Tjóðskaparspurningurin

Sullivan, ið eisini var við, tá Atlantic Music Event vitjaði Ísland herfyri, vísur á, at við fyrsta egnakasti, so er trupult at ímynda sær, at ein spírandi tónleikapallur er í hesum landi, men vísir samstundis á, at eingin hevði trúð hetta um Ísland, áðrenn The Sugacubes byrjaðu at gera um seg. Sullivan metur tó ikki, at føroyski tónleikapallurin kann samanberast við tann íslendska. Hann vísir á, at tjóðskaparliga støðan hjá londunum er ymisk, Ísland hevur tikið sjálvstýri frá danska ríkisfelagsskapinum, meðan føroyingar enn eru undir donskum valdi; íslendarar hugsa um seg sjálvar sum kreativar og nýskapandi, meðan føroyingar eru heldur friðarligari og meira konservativir, skrivar Sullivan, og vísir á at hetta hoyrist aftur í tónleikinum. Meðan Ísland fostrar løgnar blandingar av tónleikagreinum, so er føroyski tónleikapallurin sambært blaðmanninum meira domineraður av fólka- og heimstónleiki, umframt trubadurum. Bert í undantøkum er talan um frávik frá hesum, tó at hetta tykist at vera ein vaksandi trendur, skrivar Sullivan.

Øll greinin kann lesast á drownedinsound.com/articles/1952398

 

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives