Mítt summarlag

In: Samrøður

15 May 2007

Tónleikurin fyllur nógv í føroyska summarinum í gøtum og strætum, á bøum og á strondum, á festivalum og á møtum. Men summarið fyllur eisini í tónleikinum. Nógv løg finnast, ið nærum eru um at bresta av summari. Vit hava spurt nøkur fólk um teirra summarløg.

 

Einki er sum summarkvøld við strendur

Fróði Vestergaard er kendur sum fyriskipari av Prix Føroyum og av Atlantic Music Event. Hann er eisini oddamaður í bólkinum Deiggj. Fyri Fróða er lítil ivi um, hvat lag er hansara summarlag.

– Einki er sum summarkvøld við strendur hjá Christian Matras og Hans Jacob Højgaard er tað mest summarsliga lagið eg kenni av øllum! Eg følið veruliga, at man er har, sum sangurin handlar um.

– Eg og kona mín Barbara sungu sangin í Húsakórinum í Keypmannahavn, tá ið vit møttust. Hetta var eisini fyrstu ferð, at eg royndi meg sum kórsangara. Teksturin sigur alt um ein vakran summardag í Føroyum, og lagið sjálvt er ótrúliga flott, eins og kórsatsurin er tað. Vit hava mangan sungið hetta lagið í vertskapi síðan.

– Hetta lagið og Mítt føðiland, sum vit eisini sungu í útlegd, teljast millum allar vakrastu føroysku sangir.

 

Altíð sólin

Kært barn har mange navne, Robin, Ova og Dennis Agerblad. Maður:Glotti oddamaðurin eitur nú Dennis Agerblad. Hann er millum annað kendur úr performance bólkinum Dunst, ið hann hevur ferðast við kring alt Evropa. Dennis var skjótur at svara, tá hann varð spurdur um sítt summarlag.

– Tá tú sigur summar, so hugsi eg beinanvegin um lagið “Always The Sun” við The Stranglers. Tað er eitt lag við gleði í. Lagið minnir meg á seinasta summar, tá eg var við mín performance bólki Dunst í Amsterdam. Vit høvdu nakrar DJ’s við okkum. Og tann eini spældi hattar lagið í heilum. Also ikki tá vit vóru úti um kvøldið. Men tá vit sótu heima og ótu og sovorðið.

– Tá alt er av hundanum til. So ber altíð til at hyggja upp móti sólini – Bara ikki í Føroyum, tí har regnar tað enn.

 

Summarið 69

Finnur Joen-Jacobsen gjørdist fólkaogn, tá hann við bólkinum Arrestment, stóð fyri eini av teimum mest serligu Prix Føroyar finalu upplivingunum nakrantíð. Nú er hann oddamaður í Villmonnum. Men hvat er hansara summarlag?

– Tað fyrsta lagið, sum kom í tankarnar, tá ið tú sigur summar, er Summer of 69 hjá Bryan Adams. Uppá ein máta er tað øgiliga rotið og útvatnað, men tað fær meg altso at hugsa um summar, ella orðið summar fær meg at hugsa um tað. Nú eri eg ikki tann allar stórsti Bryan Adams fjepparin. Hetta er nokk einasta lagið hjá honum, sum ikki gevur mær maðk.

– Eg velji helst Summer of 69, tí at eg kenni meg nógv aftur í lagnum. Eg hugsi um allar tær góðu løturnar, eg havi havt saman við tónleikinum um summarið: Festivalar, stevnur, ball, onkur ástarstund og so framvegis.

Eisini føli eg nostalogi av lagnum við tað, at tað var eitt stórt hitt míni fyrstu teenageár. Ikki langt frá, at eg havi skorað onkra løtuna við hesum lagi. Lagið var eisini eitt av teimum fyrstu tøkuløgunum, sum vit spældu við super orkestrinum Arrestment. Tað kemur eisini fyri, at vit spæla tað til dans við Villmonnum. Sum verða man, er tað altíð vælumtókt millum

 

Get Down Tonight

Ludvík Breckmann er fyrst og fremst kendur, sum tann harða rópirøddin í ljóðmyndini hjá Føroya einasta ídnaðarteknobólki Side Effect. Men handan larmutu rópini goymir ein ungur maður seg, ið sigur frá, at hansara summarlag er Get Down Tonight við KC & The Sunshine Band.

 

– Hesin sangurin minnir meg um eitt summar eg var í Aalborg. Tað var ein heitan leygardag, eini 28 hitastig. Eg sat í Fælledparken við nøkrum vinum, og drakk nakrar bjór. Har sat ein vinur hjá einum vini, sum hevði etið eina rúgvu av skógsvampum. Tá í ghettoblastarin byrjaði at spæla handan sangin, byrjaði hann totalt at freaka út og helt, at dreparasmølfar lupu á hann. Rímiliga freaky, men ein stuttlig søga, greiðir Ludvík frá.

Good Vibrations

Teitur Lassen er ivaleyst størsta tónleikanavnið, ið Føroyar hevur fostrað. Hann hevur seinastu nógvu árini ferðast kring heimin við sínum tónleiki. Hansara rødd hevur vunnið honum nógvar fjepparar, og fyrr í ár var hann valdur til besta sangara í Danmark. Teitur hevur upplivað summar í fleiri ymiskum heimspørtum og hevur ivaleyst nógv spennandi summarminnir, men tá vit spurdu hann, hvat hansara summarlag var, var svarið

– Hatta er ein ringur spurningur, men eftir at hava hugsa eitt sindur um spurningin svaraði hann:

– Her er ikki nakað lag, sum beinleidis flaggar á heilari stong. Men kanska “Good Vibrations” hjá Beach Boys. Tá hugsar man um surfboards og grillpylsur. Tað er møguliga eitt perfekt popp-lag, sum Brian Wilson hevur gjort. Har hendur so ótrúliga nógv í lagnum, men tað spælir, sum um at tað var ein løta á strondini. Og so varar tað bara í 2-3 minuttir.

 

Flovisligt men erligt.

Henning Nicodemussen er serliga kendur sum trummuleikarin í All That Rain, men hevur áður sitið handan trummurnar hjá bólkum sum Geislum, Wolfgang og Kjølum. Henning er útbúgvin grafikari og starvast til dagligt hjá Petur & Petur. Spurdur um hansara summarlag, viðgongur Henning, at svarið er erligt, men eisini eitt sindur flovisligt.

– Mítt yndis summarlag er tadaaa: Walking on Sunshine hjá Katrina and the Waves frá 1985. Tað er eingin sum helst dýbd í hesum lagi, og boðskapurin er sera einfaldur “at føla seg væl”. Lagið er eitt typiskt upbeat-feelgood 80ara-lag við 60ara poppljóði. Teksturin hevur sum so einki við summar at gera, men meira um tað klikkaða fornemmilisið í kroppinum, tá ein er forelskaður. Eg havi sum so einki at forbinda lagið við, fall fyri tí fyri umleið fimm-tíggju árum síðan, Tá tað bleiv brúkt til eina summar-lýsing fyri Canal+, og keypti tað á eini “Absolute 80’s” fløgu stutt eftir. Havi eisini hoyrt og spælt lagið nógv í vertskapi. Lat okkum siga tað, at um eg átti hetta á eini vinyl-plátu, hevði hon nokk ikki verið spælandi í dag. Klári faktisk ikki at sita, standa ella liggja stillur, tá eg hoyri hetta lagið. Tað fyllir mína sál við sunshine. Fitt ha…??? – …kanska eg eri bara ein simpul upbeat 80ari.

 

 

Dýrd á vík og vág

olvaurJakobsenÓlavur Jacobsen er serliga kendur sum gittarúrmælingurin, ið gandar á gittarin í Aldubáruni. Hann er annað ættarlið av Kamarinum og er sostatt føddur inn í tónleikafamilju. Tónleikur eigur sostatt eitt stórt pláss í lívinum hjá Ólavi, ið arbeiðir burturav við tónleiki, sum tónleikari og sum tónleikalærari á Musikkskúlanum. Vit spudu hann um, hvat hansara summarlag er?

 

– Summarlagið hjá mær er Dýrd á vík og vág. Ommubeiggi mín, Jens Dam Jacobsen, yrkti og setti Gunnar Mikkelsen lag til og er tað ótrúliga væl frágingið. Yrkingin fekk upprunaliga heitið Summarmorgun, men er kendast sum bara Dýrd á vík og vág.

 

-Yrkingin er sjálv sera romantisk, ja, at kalla veruleikafjar fyri ein, ið er føddur og uppvaksin niðri í gomlu Havnina. Tað munnu vera fáir dagar, har ið rúmdin er ”føgurblá, lotið kennist lýtt, mýrisnípan spennir sínar veingir, smálomb og hara fara spelandi um teigar.” Um ein helt seg til veruleikan, so átti ”Í sirmi” hjá H.A. Djurhuus og Jógvan , at verið summarlagið hjá Havnarmonnum: “Sirmar og sirmar úr mjørkakógv…….”

 

-Onkursvegna, so er Dýrd á vík og vág ein sangur um eina farna tíð. Eitt lívsins summar, ið eisini kemur at enda. Yrkingin hevur, eins og lagið, sítt egna lív. Bæði eru vorðin tíðarleys. Hóast henda Havnin er ikki til longur, so skal eg bara hoyra sangin, ja, so eri eg aftur í eini tíð, tá ið veðrið var nógv betri, ein sjálvur fór titandi um heygar og dagurin var langur, nærum hevði ongan enda.

Yrkingin endar við: “Gævi dagur aldri fór at halla! “

– Munnu vit ikki øll minnast ta kensluna.

Turbogóða tíðin í Barelona

nasaMakrelhergeirHergeir Staksberg er kendur sum bassleikari í Makrel:

– Tá, ið man teinkir sól, summar, gleði og góðar løtur, ið mann ikki vil hava at enda, so má tað helst verða okkurt lag, sum hevur við nostalgi og serstakar upplivingar at gera. Tað eru nógvir feel-good bólkar, men tá ið persónlig summarupplivilsi skulu við í myndina, so eru tað serliga tríggir bólkar, sum banka uppá. Teir eru National Teatret (haldi eg tey eita), Håkan Hellstrøm og Mano Chao.

– Eg velji tó lagið: “me gustas” hjá Mano Chao, sum umboðar sjálvan bólkin rættiliga væl. Lagið hittaði í Barcelona/Spania samstundis, sum eg sjálvur las í Barcelona og tá var tað sól, summar, strendir, ballfalera, gott fólk og gott lag hvønn einasta dag.

– Tá ið eg so hoyri lagið, so ferðast tankarnir aftur til turbo-góðu tíðina í Barcelona og bivirkningarnir av lagnum eru eitt stórt innara smíl og ein herlig kensla av nøgdsemi.

– Lagið gevur ikki stórvegis meining í Føroyum, tí í Føroyum er sjálvt tjaldrið oftari at síggja enn sólin, men ert tú hinvegin í sólini í Barcelona, so gevur tað heila meining og tónleikurin hjá Mano Chao gongur uppí eina hægri eind.

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives