Jólakalendarin 2. desember – Dagsins gáva til tín

In: Aðrar greinar

2 Dec 2012

Mamma svevur

 

Hann hugdi inn í eyguni á henni, tey vóru kám, hon rørdi seg ikki. Hon svav ikki, eyguni vóru opin, men hon var so still, næstan sum líkini. Lík, ja, tey vóru allastaðni, á gøtunum, í bilunum, inni í  húsunum, sjálvt í ánni, har tey vaskaðu sær og fingu sær vatn.

 

Nú lá hon har, líktist teimum, men hon var ikki lík, hon var “Mamma”, hon var ikki eitt lík, hon var livandi, hon var tann, ið vardi hann.

 

Hann reisti seg. Hann fór ein lítlan túr. Tað hevði hon jú noktað honum, so mátti hon reisast og skelda hann, tá hann kom aftur.

 

Hann rann eitt sindur millum tjøldini, har lógu lík allastaðni. Ein lítil drongur, kanska fýra ár, sat við eitt lík, royndi at rykkja í tað. “Mamma ikki sova, Mamma vakna”, rópti hann, Hann gekk víðari, hugsaði, hvussu lítil og býttur hasin drongurin var.  Nú mátti hann heim aftur, so Mamma kundi skelda hann.

 

Hann rann heimaftur, mamman lá har enn, hann gekk spakuliga yvir til hana, flugur sótu á sárunum, men hon gjørdi einki, veipaði ikki fyri at fáa tær at flyta seg. Hon skeldaði heldur ikki, tá hann kom.

 

Hon lá har við opnum eygum, rørdi seg ikki. Hann helt, at hann kanska visti, at summi fólk kanska svóvu við opnum eygum, kanska. So tað var kanska tað, hon gjørdi, hon svav kanska og kundi tí ikki skelda.

 

Hann setti seg við síðuna av henni, hann var svangur, hann hevði einki fingið at eta leingi. Hann visti, at í taskuni var matur, ikki nógv, men eitt petti av breyði. Men Mamma var sjúk, so tað skuldi hon hava, tá hon vaknaði.

 

Hann var tystur, hann hevði einki fingið at drekka leingi. Hann visti, at vatn var í taskuni. Men  Mamma var sjúk, so tað skuldi hon hava, tá hon vaknaði.

 

 

*

 

“Ein Big Burgara og Chips, Thousand Island og salt og edikk og soya, og ein Junior Burgara, hava tit hálvar Chips?”

 

Gentan risti við høvdinum. “Gev mær so ein heilan chips afturat, og tvær colair, eina fyri 7 kr. og eina fyri 13”. Gentan fór, men vendi sær so á og spurdi: “Hvat fyri dressing á juniorin?”

 

“Nei, ketchup!”

 

*

 

Hon lá enn og stardi, hann var enn svangari nú, og enn tystari. Men hann vildi eisini sova. Hann legði seg við síðuna av henni, løtu seinni svav hann, men beint áðrenn hann sovnaði, sá hann hin kanska fýra ára gamla koma grátandi framvið

 

Hendan stutta søgan er tikin úr savninum Ongul í Reyv, ið eisini er at finna her á síðuni

 

Góðu fittu Nudlalesarar

Nú í jólamánaðinum er ein jólakalendari á hvørjum horni. Mær so líkt, so vil eg ikki skilja meg burturúr, so sjálvandi er eisini ein jólakalendari her á Nudlum.

Hvønn dag fram til jóla deili eg okkurt gott við tykkum. Tað kann vera ein góður sangur, ein góð mynd, ein yrking, eitt viðmæli, ein leinkja,  eitt filmklipp, ein søga, ein gáta ella okkurt heilt annað.

Seinastu 17 árini ella so, havi eg havt pakkakalendarar til synir mínar, líltar gávur, summar jólaligar, aðrar ikki so jólaligar. Soleiðis verður eisini her á Nudlum.

Vónandi tíma tit at vitja aftur, um ikki hvønn dag, so næstan hvønn dag, eg kann enntá lova, at summi klipp ella sangir vera somikið góð, at tit saktans kunnu vitja fleiri ferðir hvønn dag.
Tykkum ynskist ein góður jólamánaði.

 

Jólanissi

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives