Hvør fer at melda Jørgen?

In: Hugleiðingar

19 Dec 2012

Síðan Kaj Leo Holm Johannesen tók við, sum løgmaður, hevur ábyrgd landsstýrismanna verið skúgva til viks. Einki hevur avleiðingar, óansæð hvat eitt landsstýrisfólk ger, so verður tað glattað út. Eg noyðist neyvan at minna mínar eldru lesarar á, at ein av høvuðsorsøkunum til kreppuna fyrst í 90’unum var, at landsstýrisfólk og løgtingslimir goymdu seg handan kollektivið, og ikki tóku ábyrgd av sínum gerðum. Tí var lógin broytt til persónliga ábyrgd. Nú hava vit eina lóg um ábyrgd landsstýrismanna, har stendur m.a.:

 

§ 5. Løgmaður ella landsstýrismaður verður revsaður, um hann tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldur, sum liggja á honum sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ella lóggávuni annars ella starvsinnihaldi hansara.
Stk. 2. Ásetanin í stk. 1 er eisini galdandi, um so er, at løgmaður ella landsstýrismaður gevur løgtinginum skeivar ella villleiðandi upplýsingar, ella um hann, tá løgtingið viðger eitt mál, tigur við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum.

§ 6. Revsingin eftir § 5 er bót, hefti ella fongsul upp til 2 ár.
Stk. 2. Er brotið gjørt av ósketni, er revsingin bót ella hefti.
Stk. 3. Bøturnar verða ásettar eftir reglunum um dagbøtur í borgarligu revsilógini.

Lógin liggur her

 

Tað er púra greitt, at løgmaður ikki hevur dirvi, at gera nakað við tað, at Jørgen Niclassen undir 3. viðgerað av málinum um avtøku av Landsbankanum hevur logið um førleikar og úrslit hjá Landsbankanum. Hesar lygnir, ið Landsbankin prógvar á sínari heimasíðu, hava verið við til at lumpa Løgtingið at  avtaka Landsbankan og geva Jørgen uppaftur fríari ræsur.  Nú er so spurningurin, um onkur annar ger nakað við málið. Eg gangi út frá, at vit øll kunnu melda eitt tílíkt mál. Men spurningurin er, um ákæruvaldið ikki átti at reist málið sjálvt, alt annað hevði verið sera skaðiligt fyri okkara rættarkenslur. Tað ljóðar í øllum førum rættiliga bandittasligt, at lúgva fyri lóggevandi valdinum fyri at tiltuska sær størri makt og minni eftirlit.

Grein um málið á portal.fo

Fráboðan frá Landsbankanum

 

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives