Jólakalendarin 21. desember – dagsins gáva til tín

In: Aðrar greinar

21 Dec 2012

Sumt er so svulstigt, at tað bert skal njótast í smáum nøgdum, men jólini eru ein svulstig tíð, so nær annars kann man rúma eins nógva svulstigheit, sum á jólum.

Kalendaragávan hendan 21. desember harrans ár 2012, verður hátíðarhildin við einum Youtube playlista til tykkara. Hesin listin hevur eina rúgvu av løgum, ið hvør sær eru framúr svulstig, njót tey samanhangandi og blív svulstigur til jóla. Tær verður ynskt eini svulstig jól.

 

 

Góðu fittu Nudlalesarar

nissa_smallNú í jólamánaðinum, er ein jólakalendari er á hvørjum horni. Mær so líkt, so vil eg ikki skilja meg burturúr, so sjálvandi er eisini ein jólakalendari her á Nudlum.

Hvønn dag fram til jóla deili eg okkurt gott við tykkum. Tað kann vera ein góður sangur, ein góð mynd, ein yrking, eitt viðmæli, ein leinkja,  eitt filmklipp, ein søga, ein gáta ella okkurt heilt annað.

Seinastu 17 árini ella so, havi eg havt pakkakalendarar til synir mínar, líltar gávur, summar jólaligar, aðrar ikki so jólaligar. Soleiðis verður eisini her á Nudlum.

Vónandi tíma tit at vitja aftur, um ikki hvønn dag, so næstan hvønn dag, eg kann enntá lova, at summi klipp ella sangir vera somikið góð, at tit saktans kunnu vitja fleiri ferðir hvønn dag.
Tykkum ynskist ein góður jólamánaði.

 

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives