Stak hugnaligur barónur

In: Ummæli

22 Dec 2012

baronurinMatador hevur altíð verið sera vælumtókt í mínum húsarhaldi, so tað var við spenningi, at eg og synirnir settu okkum við Baróninum, ið er nýggja føroyska útgávan av Monopoly ella Matador, sum tað eitur á donskum.

 

Vit ruddaðu nátturðaborið, settu talerkar í uppvaskimaskinuna, turkaðu borðið av, og til saliga hurrið av elektroniskum uppvaski, løgdu vit plátuna á borið, og eftir nakrar stak hugnaligar tímar, mátti eg staðfesta, at hetta var akkurát sum Matador.

 

Men tá man keypir ognarpartar í einari føroyskari fyritøku, heldur enn danskar gøtur, hús og hotell, so kennist spælið meira viðkomandi, og stuttligari fyri okkum fýra føroyingar við borðið.

 

Hugskotið er ordiliga gott, og vit blivu væl undirhildnir, hesa løtuna. Havandi í huga, hvussu væl dámt Monopoly og danska útgávan Matador er, eisini her heima, so er tað undrunnarvert, at hetta ikki er gjørt áður.

 

Hugskotsmenninir Reimund Langgaard og Sjúrður Hammer, hava, sum longu áður nevnt, gjørt nakrar broytingar í mun til Matador, og hesar eru flest allar til tað betra. Pengaseðlarnir við føroyskum floksformonnum eru eitt gott trekk, og geva spælinum eina føroyska dimensión, ið er við til at gera tað meira viðkomandi.

 

Spælið er nógv merkt av, at føroyskar fyritøkur hava goldið fyri at vera við í tí. Eingin ivi um, at tað er eitt kupp hjá fyritøkunum, at koma við í hetta spæl og sostatt gerast ein partur av jaligu spæliupplivingunum hjá familjuni Føroyar.

 

Men tílíkar lýsingar eru samstundis  vandamiklar, um tað ikki verður gjørt rætt. Eg tosaði við eina konu, ið hevði spælt Barónin, og segði seg kenna seg nærum neyðtikna av lýsingum. Sjálvur eri eg ikki líka negativur, hóast eg haldi, at sumt kundi verið gjørt munandi elegantari.

 

Í einum heimi, har tú ikki kanst keypa eina gøtu, er tað nógv meira realistiskt, at man keypur ognarpartar í feløgum, og at tað eru feløg, ið man kennur aftur ger tað bara meira viðkomandi og realistiskt. Men tað sagt, so líkist spæliplátan einum av hesum árskalendarunum, ið ítróttarfeløgini koyra gjøgnum brævsprekkuna, við 30-40 smáum lýsingum kroystum saman. Hetta sær smakleyst út, og er ringur stílur.

 

fyritokurEg havi við vilja ikki kannað, hvør hevur sett spælið upp. Men grafiska arbeiði eg út av lagið vánaligt. Eins og í Matador hava virkisøkini (gøturnar) ymiskar litir, upplagt var, at alt feltið var hendan litin, og so at logo var trykt á í einum liti, tað hevði givið eina munandi vakrari spæliplátu og kenslan av, at fyritøkur gjørdu seg inn á títt privatlív hevði verið minni. Ístaðin hevði eksponeringin av fyritøkunum verið bara positiv.

 

Spurningarnir í “Royn eydnuna” snúgva seg eisini um føroysk viðurskifti, og eru eisini í stóran mun sonevnd product placements,  so sum at man hevur pensjónsrøkt frá BankNordik, og tí hevur stundir at ringla umaftur, at man hevur spart pening við at keypa í Skemmuni og tí skal hava 2.000 kr. úr bankanum ella, at tú hevur tørv á nýggjum bústaði og skal flyta fram til Húsalánsgrunnin. Hóast summir av spurningum gerast dekan ov kommersiellir, sum tá tú fært at vita hvørji merki onkur fyritøka umboðar og at tann og tann fyritøkan er so fantastistk, so er hesin parturin faktiskt fínur, og ger tað meira viðkomandi enn tað er í Matador. Eisini her tykist tað, sum um útgevarnir ikki veruliga hava verið tilvitaðir um nær man fer for langt, hóast tað bert hendur á nøkrum fáum av seðlunum.

 

Ein fín detalja í spælinum er Gekkahjólið, ið er komið ístaðin fyri bankafeltið á plátuna. Umframt, at hetta ger spælið meira føroyskt, so er tann eyka dimensiónin við at man skal ringla seg til vinningin rættuliga fín.

 

Eg havi eisini eitt sindur torført við at skilja, hví spælið eitur barónurin, nú teir hava gjørt sær ómak við at føroyska spælið, og við at gera tað realistiskt við at keypa ognarpartar, so tykist navnið lítið gjøgnumført. Hetta kundi itið Spekulanturin, Pengamaðurin ella okkurt annað. Í øllum førum tykist tað óføroyska navnið Barónurin heldur malplaserað.

 

litmunurSum sagt er grafiska arbeiðið ikki so gott. Í spælinum ið eg fekk, er stórur litmunur á prentaðu kortunum til virki, hetta er serliga galdandi á reyðu og grønu kortunum. Munurin var so stórur, at eg ikki helt, at tær hoyrdu saman. Um hetta skildast vánaliga klárgerð til prent, ella vánaligt prent, tað veit eg ikki. Men hetta er ikki nóg gott.

 

Well, samanumtikið er hetta eitt fínt og stuttligt spæl, eg og dreingirnir vóru vælnøgdir og hugnaðu okkum óført. Men longu nú er tíðin búgvin at gera nakrar broytingar. Reimund Langgaard, ið stendur aftanfyri spælið, avtók í síðstu viku Landsbankan, so hesin eigur at verða tikin av spæliplátuni, eins og Húsalánsgrunnurin hevur skift navn til Bústaðir.  Í hesum sambandi er upplagt, at gera spæliplátuna eitt sindur elegantari.

 

 

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives