Eg gleði meg til 2013

In: Hugleiðingar

30 Dec 2012
Mynd: Ditte Mathilda Joensen

Mynd: Ditte Mathilda Joensen

“Eg gleði meg til 2013”, segði eg við ein vinmann, sum var skjótur at svara: “Hví tað, hvat skuldi verið øðrvísi við 2013?”

 

Well ivaleyst er ikki so øgiliga nógv orsøk, at halda, at tað verður radikalt øðrvísi, og tó so, ársendið og ársbyrjan geva okkum møguleika at hyggja aftur og eisini at byrja eitt sindur av nýggjum. Nú 2012 endar, so velji eg at síggja hetta sum eina nýggja byrjan, og tað er tað, sum er øðrvísið við 2013, altso, at eg vil, at tað skal verða øðrvísi.

 

2012 var eitt helvitis ár, um eg skal vera heilt bersøgin.

 

Eg tími tó illa at fokusera uppá, tey keðiligu tingini hetta árið. Eg velji heldur at royna at finna tey góðu tingini. Her kann eg serliga nevna mínar fantastisku synir, ið eg havi brúkt øgiliga nógva tíð saman við, og sum eru ljós í myrkri. Mítt samband við teir tríggjar sum búgva í Føroyum er blivið uppaftur sterkari, og vit hava havt so nógvar góðar løtur saman. Sonin í Danmark síggi eg sjálvandi ikki líka ofta, men tá eg havi sæð hann, hevur tað vera ótrúliga deiligt, og at eg nú eri vorðin pápi, at einum skilagóðum vaksnum manni, ger meg ernan.

 

Familjan má eisini nevnast, eg eri so heppin, at eg havi foreldur, ið veruliga altíð eru har fyri meg, og sum eru ein ófatilig hjálp í gerandisdegnum, og bara sum heild eru fitt fólk. Eisini familjan hjá synunum í Vestmanna hevur verið fantastisk.

 

Eitt annað er vinirnir. Í mótgangi veit man hvørjar vinir man hevur, og har havi eg fingið nógvan kærleika frá mínum góðu vinfólkum. Bæði gomlum vinum og vinum, ið eg havi møtt í hesum árinum.

 

Fanastiski túrurin til London í mei, er eisini eitt ordiligt hæddarpunkt, saman við Roskilde Festivalinum. Báðir túrar vóru uppaftur fantastiskari, tí teir vórðu gjørdir saman við góðum vinum.

 

Eg minnist gamlaárskvøld fyri einum ári síðan, at eg hugdi aftur á 2011, ið heldur ikki var nakar dansur á rósum, og avgjørdi, at 2012 skuldi blíva eitt betri ár. Tað bleiv tað ikki, men eg loyvi mær at royna aftur. 2013 skal vera eitt betri ár, hetta byggi eg sjálvandi á, at eg veit, at vinir, synir og familja annars eru so fantastisk, og geva mær mót til at rokna við, at 2013 verður gott.

 

So long 2012, verður ynskt við hesum deiliga sorgblíða sangi hjá Leonard Cohen, ið hevur verið undir fløgugeislanum ofta seinasta árið.

 

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives