Når enden er god…

In: Hugleiðingar

27 Jan 2013

20130127-053901.jpgSo stendur man aftur her í kjallaranum á Radiohandlinum, ella Café Sandwich kl. 5 um morgunin millum skít fult av fullum fólki. Hetta er næstan vorðið siðvenja, tá eg eri í býnum.

Hetta er uttan iva besta pizza stað í býnum. Men harumframt er hetta vorðið staðið har eg kann fara fyri at tryggja mær, at eg sleppi í song við góðari saltbalansu, so dagurin eftir býtúrin eisini er behagiligur.

So sjálvt í nátt har skilið er rættuliga gott, leiti eg mær her innar, bíleggi mína vanligu pepperoni pizza, áðrenn eg fari inn í náttarinnar síðsta taxa á veg út undir Kongavarða.

Góða nátt

 

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives