Hvussu skulu vit skipa okkum

In: Hugleiðingar

29 Jan 2013

Áhugavert prát í Kringvarpinum, millum ein pensjonist og útvarpsmannin, um tøkniligerðina av samfelagnum.

Eg siti eftir við tankanum: skulu vit innrætta okkara samfelag eftir fólki, ið ynskja at taka nýggja tøkni til sín?

Skulu eitt nú bankar, feløg, land og kommunur halda fast í manuellum avgreiðslum tí at summi halda tøkniligerðina vera eina vandaleið og av prinsipiellum áðum ikki vilja hava teldu ella brúka teldu hjá øðrum?

Lat tað vera sagt beinanvegin, at eg taki støðið í samrøðuni, her er altso ikki talan tey, sum ikki hava førleika til at ogna sær telduførleika, tí serskipanir eitt nú telefonsupport, heimahjálparar og stuðlar kunnu hjálpa hesum.

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives