Hvat er meira føroyskt enn Toto?

In: Hugleiðingar

31 Jan 2013

Well, so kemur enn ein gomul rokklegenda hendan vegin. Toto sangarin Bobby Kimball kemur við sínum bólki til Føroyar at spæla Toto løg, og ja, eg havi skaffa mær atgongumerki til konsertina í Ítróttarhøllini á Hálsi leygardagin 23. februar, og ja, eg gleði meg, tí neyvan er nakað útlendskt orkestur meira føroyskt enn Toto.

kimball

Sum ungur í 80’unum havi eg uppliva eitt útvarp á tremur við Toto, og nógv dansihølir fylt við fólki, ið flippaðu út til okkurt Toto lag, ella til onkran av teimum nógvu føroysku bólkunum, ið royndu at ljóða sum Toto. Og ja, so havi eg verið tvangsinnlagdur til at hoyra hansara Toto plátur upp gjøgnum gólvi, tá beiggi ballaðist í kamarinum undir mínum.

Stutt sagt var Toto ein stórur partur av mínum barndómi og ungdómsárum. Tá Toto seinast var í Føroyum miðskeiðis í 90’unum, búði eg í Danmark. So eg upplivdi ikki konsertina, men eg havi skilt at hon var fantastiska góð.

Tá var tað var so ikki við upprunasangaranum, Bobby Kimball, ið vit kenna frá størstu hittunum, og sum hevur staðið á odda fyri bólkinum í 18 ár tilsamans.

So tí verður spennandi at uppliva hann her í Føroyum. Gott nokk hevur hann ikki Toto við sær, men løgini vera Toto løg, og sum skilst á fyrireikarunum, og tí sum eg havi lisið meg fra, til á Wikipedia, so er talan um stinkandi feitar tónleikarar, so tað skuldi blivið rættiliga feitt.

Kimball sjálvur hevur eina óluksáliga góða rødd, sum man t.d. sær á hesari Toto konsertini frá 2007. So er at vóna, at hann kemur til Føroyar í líka góðum formi, so eg og tit onnur við einari lítlari kenning og í góðum lag, kann skrála við til Hold The Line og Africa og annað úr lagaskjáttini hjá so føroyska superbólkinum Toto.

Eg má siga, at hetta er ein framúrskarandi konsert, og í og við, at hon er frá bert seks árum síðan, so vóni eg, at formurin kann vera á leið líka góður.

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives