Yvir G!vind

In: Aðrar greinar

23 May 2007
Mynd: Niels Uni Dam

Mynd: Niels Uni Dam

Nógv verður gjørt fyri at selja, og lýsingartekstir kunnu vera øgiligir. Vit fáa javnan tíðindaskriv sendandi, har vit mugu klippa nógv lýsingarorð út, men í gjár bar av, og ja, kanska fór onkur yvir G!vind.

G!Festivalurin avdúkaði í gjár, at Sic spælir á ársins festivali, og ja, skulu vit trúgva festivalinum, so er hetta ikki ein bólkur, men ein kollvelting ella okkurt, ið líkist gudum, ið fara á pallin. Vit hava fyrr í dag lagt ein niðurkliptan part av tíðindaskrivinum, ið festivalurin legði á sína heimasíðu á planet.fo, men her fáa tit tíðindaskrivið, manifestið ella, hvat eitt tílíkt kallast í fullum líki:

 

“Sic á G! Festival – skapa lötur, ið skapa lív

Harðasti, tungasti og svakasti tungmálmsbólkurin, Föroyar hava fött, almáttugu Sic, fara aftur í ár á G! at skapa lötur, har tónleikurin ristir títt innasta inna og lyftir teg á áður ókendar hæddir – har tú ert og gerst tann, tú ert

Tað eru lötur í lívinum, tá ið vísindaligar frágreiðingar ikki gera annað enn at ræna innihaldið úr hesum somu lötum.

Um talan er um eina ferðsluvanlukku ella um fyrsta kossin, nytta fakta um motor og stell og hormonir og endorfinir onki afturímóti tí reint subjektiva, menniskjaliga upplivilsinum, ein hevur fingið.

Hesar löturnar eru tær, ið geva lívinum innihald og meining. Tú leggur kanska ikki merki til hetta fyrr enn aftaná, men hesar lötur skapa minni, ið skapa tín persón og definera, hvör tú ert. Og pilkar tú ov nógv við hesar lötur, missa tær sítt virði og sína ávirkan, og tú situr eftir við ongum. Definera ikki tær, men lat tær definera teg.

Hetta sama kann væl sigast um Sic. Tað tykist, sum hava teir eini serlig evni at skapa slíkar lötur. Hóast eitt vist virði er í at tosa um nu-metal inspirerað thrash, 7-streingjaðar gittarar og hvussu “Pandamonium”, nýútkomna fyrsta flöga Sics, hevur fingið yvirgóð ummæli í metal-blöðum kring allan heimin, so kann hetta ikki samanberast við frásagnir um at hoyra Sic fyri fyrstu ella – sum hjá nógv for peppaðu fjepparum Sics – tjúgindu ferð. Hetta, at einans kunna rista við hövdinum, sum grælikongurin mikli Mikkjal Gaard Hansen ýlir sína sálarneyð yvir rokk-og-rull samkomuna. At gloyma alt um lív og limir og kasta seg aftur og fram í eini hysteriskari mannamúgvu, ið pulserar við tónleikinum, til hon finnur tað fullkomna stevið og læsist í einari mestsum yvirnáttúrligari eind. At koma heim á kroppi í sveitta, stinkandi av öli og sigarettroyki, og við ringjandi oyrum sovna við einum smíli (og tað kanska saman við eini Sic chick…). Hesar lötur eru tær, ið ikki skulu pilkast sundur og definerast – bæði fyri tónleiksins skuld, men mest fyri tína egnu. Og mangt bendir á, at nógv fólk hava júst slíkar lötur at vísa á.

Sic eru ímillum best dámdu og mest elskaðu bólkarnar í Föroyum, og teir hava trúgvastu fjeppararnar, ið nakrantíð eru sæddir her á klettunum. Teir eru stöðugt vorðnir feitari, síðani teir byrjaðu fyri skjótt eini góðari lötu síðani – og so feitir eru teir nú, at fyri nógv er tað einans ein spurningur um tíð, nær vit síggja teir á altjóða tungmálmstindinum.

Tað er tí G! festivalinum ein gleði enn einaferð at bjóða fólki saman við Sic at knýta nevar, pikka korn og skríggjandi og skrálandi skapa lötur, minni og lív.”

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives