Hóttu við at steðga konsertini

In: Aðrar greinar

27 Jul 2007

Gløsini ristust í skápunum á Peter Head og fólk av Løgmannabreyt fregnaðust um larmin, tá Ólavsøkukonsertin buldraði og brakaði fríggjakvøldið, so hart var frá, at løgreglan hótti við at steðga konsertini, um fyrireikararnir ikki skrúvaðu niður.

Løgreglan mátti tosa við stórum orðum við fyrireikararnar av Ólavsøkukonsertini og hóttu millum annað við at steðga konsertini, tí at somikið nógvar klagur vóru um larmin. Av løgreglustøðini í Havn verður sagt, at í ár var óvanliga nógvur larmur av konsertini í Kommunuskúlagarðinum og harvið vóru eisini óvanliga nógvar klagur.

– Eitt nú ringdi ein kona av Peter Head og segði, at gløsini í køksskápinum ristust. Eins og fólk eisini ringdi av Løgmannabreyt at fregnast um nógva larmin.  Tá tað er somikið hart frá, so er sjálvandi sera nógv óljóð hjá teimum, ið búgva í nærumhvørvinum, verður sagt av løgreglustøðini.

Serliga komu nógvar klagur, meðan ljóðroyndir vórðu hildnar, hetta var um 20 tíðina fríggjakvøldið. Løgreglan greiður frá, at tá klagurnar byrjaðu at koma, varð ringt til fyrireikararnar, og teir vórðu bidnir um at skrúva niður. Men boðini vóru ikki aktaði nóg væl, og at enda mátti løgreglan hótta við at steðga konsertini, um boðini ikki vóru fylgd, og tá riggaði endiliga.

– Tá, tú fært eitt loyvi til at skipa fyri tiltaki, er tilskila, at tú skalt fylgja boðunum frá myndugleikunum, og tá boðini ikki vórðu tikin nóg væl til eftirtektar, høvdu vit møguleika steðga konsertini, verður sagt av løgreglustøðini.

Ein granni hjá konsertini sigur við Sosialin, at veggirnir hjá teimum skulvu so hart, sum tað var skrúvað frá. Hesin granni legði dent á, at hann einki hevur ímóti konsertini, og at hann t.d. í fjør mátti lata gluggarnar upp fyri at hoyra konsertina, men at í ár bar av.

Mark Joensen fyrireikari vísir á, at ljóðið á Ólavsøkukonsertini í ár var spakuligari enn eitt nú á hinum festivalinum, men at tá tiltakið er mitt í einum bygdum øki, kann tað sjálvandi upplivast harðari enn tað ger í einum minnið bygdum øki. Ein eygleiðing, ið ummælarin hjá Sosialinum á staðnum er samdur í.

– Løgreglan bað okkum um at skrúva niður, og vit fylgdu sjálvandi boðunum. Vit spurdu hvussu nógv vit skuldu skrúva niður, men á løgreglustøðini høvdu tey ikki neyðuga innlitið í ljóðviðurskifti til at kunna geva okkum boð um, hvussu nógv desibel ljóðið skuldi skrúvast niður, so vit royndu nakrar ferðir, áðrenn tey vóru nøgd, sigur Mark Joensen.

Tað kemur eisini ann uppá hvønn tónleik bólkarnir spæla, okkurt ljóðar munandi ógvisligari enn annað, vísir Mark á.

Tað skilst, at ljóðið var sera hart frá, tá bólkarnir Sic og Side Effect spældu. Hetta er samstundis tveir av harðastu føroysku tónleikabólkunum.

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives