Lítil flokkur – stórur skaði

In: Hugleiðingar

9 Aug 2013

Tað er ófatiligur skaði, sum Sjálvstýrisflokkurin, hatta lítla nellið, kann gera, og ja tíanverri longu hevur gjørt. Vónandi fer hesin fyrr so stolti flokkur skjótt í søguna. Hetta er ein flokkur sum í løtuni við einum mandati, og stuðlaður av at m.o. valevnum, ið at síggja til eru skilagóð, trumlar alla sunna fornuft í jørðina.

 

Screen Shot 2013-08-09 at 10.30.43Kári P. Højgaard umboðar flokkin í Landsstýrinum. Hansara avrikslisti telur higartil, at hann brúkti eina millión, til eina láturliga fólkaatkvøðu, ið bert var eitt alibi fyri at sleppa at drepa alla vón um kommunureform. Samstundis boðar løgmaður í dag frá, at samgongulimir eru pískaðir uppá pláss, so spekulantholið hjá Kára komandi 50 árini fer at kosta føroyingum nakrar milliardir.

 

Men ikki nokk við tí, nú saboterar Jógvan Skorðheim okkum í Sildastríðnum. Í sambandi við viðgerina av fiskidøgunum hevur hann fingið steðga Vinnunevndini í at fylgja tilráðingunum hjá fiskifrøðingum um niðurskurð í fiskidøgunum. Hann fær harvið givið ES enn eitt kort á hondina, nevniliga at vit heldur ikki í fiskidøgunum fylgja tilráðingunum hjá fiskifrøðini.

 

Vónandi hava fólk, sum Kristianna Winther Poulsen og Jóanes N. Dalsgaard ringan smakk í munninum, tí tað er m.a. tær atkvøður, ið tey hava skaffa flokkinum, ið tryggja hesar politisku dáragerðir.

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives