Heimføði móti serfrøði

In: Hugleiðingar

13 Aug 2013

Nú havi eg lurta eftir nógvum ymiskum innleggum í hesum tunnilsprátinum, mín niðurstøða er, at serfrøðin sigur øll, at vit skulu hava ein almennan eysturoyartunnil. Samfelagsnyttan er stór av honum, og vit kunnu brúka avlopið av honum til at gjalda fyri ein Sandoyartunnil, ið ongantíð fer at geva yvirskot. Hetta er skilagóða loynsin, men hon verður neyvan veruleiki.

 

Á hinari síðuni stendur alliansan millum Kára P. Højgaard, klaksvíkingarnar í samgonguni og vágamenninar í samgonguni og so Kaj Leo sum bara vil vera løgmaður. Teir hava nú keypt sandoyartingmenninar – Ella eg havi enn vón um, at Páll á Reynatúgvu fylgir hjartanum og skilinum heldur enn taktiska dreyminum um ein tingsess eftir næsta val, og ger tað, ið rætt er.

 

Tinghusid-kavi

 

Um vit hyggja at skilabesta leistinum, so er tað at leggja allar undirsjóvartunnlar í eitt felag. Hetta felag kann so seta verandi tunnlar í veð og komandi árini víðka virksemið við tunnlum til Skálafjørðin, Sandoynna og Suðuroynna, neyvan allar í ár, men komandi árini.

Hetta merkir, so, at Vágatunnilin og Norðoyartunnilin ikki verða ókeypis ella tætt við ókeypis, men at intrakervið fíggjar seg sjálvt og samfelagsliga er hetta gagnligt og væl í trá við at man ynskir at fíggja samfelagsraksturin við øðrum enn bara inntøkuskatti. Tí trúgvi mær folkens, velja vit ikki henda leistin, so er tað okkara skattur, ið kemur at fíggja allar Suðuroyarleiðina, og tað fer at taka nógv longri tíð, enn ein felagsloysn hevði gjørt.

 

Politikkarar úr Vágum og Klaksvík vita, at hóast ein privat loysn fer at kosta føroyingum og Føroyum milliardir av krónum, so er torført at fáa lokalar veljarar í Vágum og Klaksvík at skilja, at teirra tunnil skal vera við at fíggja restina av infrakervinum. Sostatt er vandi fyri, at tey ikki vera vald inn aftur. Tí fara tey at kempa fyri privatu loysnini. Hetta er lokalpolitikkur, tá hann er ringastur.

 

Eg ivist tó ikki longur í, at privati tunnilin kemur, tá sjálvt løgmaður gongur á odda við at keypa sær atkvøður úr Sandoynni fyri 150 milliónir.

 

Judas sjálvur Gerhard Lognberg var skjótur at stinga Føroyar í ryggin fyri silvurpengarnar, vóni sum sagt ikki at Páll á Reynatúgvu ger tað sama, hóast hann tyktist at umhugsa tað í Degi og Viku. Páll er tó ikki líka kúbíttur sum Gerhard, so har er vón enn. Kemur tað til, at Páll ikki tekur undir við hesum, so revsar hansara veljari møguliga hann, meðan Gerhard aftur verður heiðraður av sínum veljarum. Eitt sindur ironiskt, havandi í huga, at Gerhard er beinleiðis orsøkin til, at Sandoyartunnilin ikki er væl ávegis. Sandoyingar tykjast kollektivt at hava gloymt, at Gerhard var maðurin, ið forðaði ætlanini hjá CHE samgonguni.

Tá varð hann móttikin sum ein Messias á Skopunarkeið, tí tey hildu, at hansara heilatóma avgerð fór at skunda undir ein tunnil til teirra, ja eisini tað er lokalidioti.

 

Men hvør er aktian hjá Kaj Leo í hesum?

 

Hví velur hann at keypa sandoyingar fyri 150 milliónir?

 

Sjálvandi er  løgmanssessurin, sum honum dámar so væl, ein orsøk. Men eg ivist í, at hetta er allur sannleikin. Onkur annar hálar í træðrinar og hvør annar kann tað vera enn høgguslokkurin í Sørvági. Jørgen Niclassen hevur verið sera friðarligur í hesum málinum, men sum vágapolitikkari er hann uttan iva øgiliga involveraður. Ja, hetta málið er so rotið, at eingin ivi er um, at hann hálar í træðrinar.

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives