Ein blíður Kári í Landsstýrinum er frægari enn ein illur Kári í Løgtinginum

In: Hugleiðingar

28 Aug 2013

Í politikki eru nógvir leikir, ið kunnu tykjast løgnir, og ein tann mest undrunarverdi leikurin í føroyskum politikki í nýggjari tíð, er at Kári P. Højgaard enn er Landsstýrismaður í Innlendismálum. Nú veit eg ikki, hvat morgindagurin fer at bjóða, men vandi er fyri, at Kári P. Højgaard eisini yvirlivur nýggjastu avdúkinganar.

Um lesarin ikki veit hvørjar avdúkingar talan er um, so ber til at fara inn á Kringvarpssíðuna og við eitt sindur av leitan og snildi, og ikki minst einari góðari portión av hepni, at finna Dag og Viku frá týskvøldinum 27. august. Fyrsta innslagið er ein avdúking, ið vísir, at Kári P. Højgaard heilt tilvitað, hevur dult fyri løgtingum 11 síðir av hørðum atfinningum frá síni umsiting til Tunnilsmálið. Viðmerkingar eru nógvar,  m.a  kallar umsitingin hetta lógaruppskotið púra óhoyrt, óforsvarligt og at tað neyvan hevur sæð sítt líka í nútímans føroyskari lóggávu og umsitingin mælir  staðiliga frá at bera uppskotið í tingið.

Um tit ikki finna innslagið, ber til at síggja tað her

Nú verður dúgliga gitt um, at hetta má fáa tað avleiðing, at Løgmaður, ið hevur ábyrgd av, at landsstýrisfólk røkja sítt starv ábyrgdarfult, fer at loysa Kára úr starvinum.

Tað er eisini ilt at finna nakra veruliga umbering fyri, at løgmaður ikki loysir Kára úr starvi. Tað er neyvan nakað stýri í vesturheiminum, har ein ministari hevði yvirlivað eitt tílíkt mál. Men hetta er Føroyar, ella  sum 200 sungu: Leoland!

So hví eru tingini øðrvísið í Leoland, Jóannes Eidesgaard, Annfinn Kallsberg og Edmund Joensen, eingin av teimum hevði latið sær  lyndað tílíka grova vannrøkt av landsstýrissessinum. Kári hevði verið koyrdur til hús á staðnum.

Eg eri sannførdur um, at her er ikki bara talan um, at Kaj Leo Holm Johannesen er ein veikur leiðari, ið ikki torir at taka tílíkar avgerðir. Her er talan um eitt taktiskt spæl.

Tað er sera tupult at siga Kára P. Højgaard úr starvi, og samstundis halda saman í samgonguni. Kári eigur nevnliga einasta sessin hjá Sjálvstýrisflokkinum í Løgtinginum. Verður hann loystur úr starvi sum landsstýrismaður, verður hann ein fornerma tunga á vágskálini í Løgtinginum, og tað kann gera lívið sera toført hjá samgonguni, ið so má lýta á Jenis at ganga í takt.

Hin trupulleikin er hvør skal mannað Landsstýrissessin hjá Sjálvsstýrisflokkinum. Umframt Kára P. Højgaard, so hevur flokkurin eitt annað stokkkonservativt umboð, ið var millum toppskorararnar til síðsta val, men hetta er ikki eitt reelt val, tí Jógvan Skorðheim er longu borgarstjóri í Klaksvík, og vil tí neyvan frásiga tann sessin fyri at fara í Landsstýrið.

Skulu vit leita eftir øðrum profilum,  finna vit meira progressiv nøvn, sum Kristiannu Winther Poulsen, Joanes N. Dalsgaard, Heðin D. Poulsen,  og Jarvin Feilberg, ið kunnu gerast ein trupulleiki í Landsstýrinum, tí tey kunnu hava torført við at ganga í takt við samgonguni.

Tað er tí skilligt, at Kaj Leo Holm Johannesen ikki bara loysir Kára P. Højgaard úr starvi, tí avleiðingar bæði í landsstýri og løgtingi kunnu vera sera óhepnar.

Kaj Leo Holm Johannesen hevur í fleiri umførum tykst noyddur at senda Kára P. Højgaard til hús. Fyrstu ferð var, tá Kári valdi at parkera kommunusamanleggingarnar við at senda tær til fólkaatkvøðu. Ein atkvøða, ið ein stórur meiriluti av føroyingum boykottaði við at svara nei, ella als ikki luttaka í henni. Úrslitið var eitt nei til samanleggingar og ein metlág valluttøka. Hetta hevði so við sær, at alt málið um kommunusamanleggingar steðgaði fullkomiliga upp. Við tí steðgaði esini alt arbeiðið við at umskipa leiklutirnar hjá landi og kommunu. Hetta er ein sera óheppin støða fyri bæði land og kommunur, og átti at kostað Kára landsstýrissessin.

Herfyri var aftur galið, tá tað kom fram, at Kári hevði dult ráðgevingina hjá Landsverki í sambandi privatu tunnilsætlanina fyri Løgtinginum. Hansara grundgeving var, at hann ikki trúði uppá, at Landsverk hevði skil fyri hesum. Hetta var somikið álvarsamt, at trupult var at síggja nakra aðra loysn enn at senda landsstýrismannin til hús. Men heldur ikki tá hendi nakað.

Eg havi tó tað vón, at Løgmaður tekur ábyrgd og byrjar at byggja upp aftur álit á politisku skipanina.

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives