Nær tekur líkasælan yvir?

In: Hugleiðingar

30 Aug 2013

Í løtuni eru føroyingar á gosi. Vit hava uppliva eina vanvirðing av demokratinum frá einum landsstýrismanni, væl stuðlanum av sínum eftirlitsmyndugleika, Føroya Løgmanni, og tað finna vit okkum ikki í.

Sjálvt tey mest siðiligu eru í øðini, eg haldi ikki, at eg í mínari tíð havi uppliva so stóra øði móti okkara politikarum, ikki eingongd tá alt for til hundarnar í 90’unum. Men nú løgmaður dregur málið út, kann eg ikki lata vera við at hugsa, um hetta er tí hann veit, at fólk um eina viku ikki vera líka ill, tí við tíðini tekur líkasælan ofta yvir.

 

Well aftur til øðina, hetta málið er rættiliga groft, tað at Kári P. Højgaard hevur goymt upplýsingar fyri Løgtinginum í tveimum umførum, fyrst at Landsverk mælti frá at velja privatu tunnilsloysnina, og síðan lemjandi atfinningarnar, sum hansara egna ráð gav lógaruppskotinum.  At hetta er fúlt duga øll at skilja, tí eru so nógv ill.

 

Hin parturin, ið snýr seg um løgmann, tað skilja ikki øll líka væl. Sjálvt løgmaður kallaði tað eina heksajakt í kvøld, mest sannlíkt, tí at hann ikki heilt skilur sína uppgávu, sum eftirlitsmyndugleiki. Men tað, sum løgmaður hevur gjørt, er faktiskt næstan líka groft. Løgmaður hevur til uppgávu at tryggja sær, at hini landsstýrisfólkini hava reiðiliga og samvitskufulla embætisførslu. Tá Kári P. Højgaard, so fyrst einum føri roynir at lumpa Løgtingið, og løgmaður í staðin fyri at taka sína eftirlitsábyrgd í álvara, ber í bøtuflaka, og sáðar iva um førleikan hjá Landsverki. Umframt, at løgmaður ikki kannar málið til botns, og spyr Innlendismálaráðið um onnur skjøl eru í málinum, ið áttu at komið fram. Ja, so hevur løgmaður svikið sína eftirlitsskyldu.

 

Eftirlitskyldan er ikki bara eitt eitið av einari skyldu. Hetta er sera álvarsamt, vit upplivdu undir okkara fyrrverandi løgmonnum, at hetta bleiv tikið í allar størsta álvara, eins og tað verður í øllum vesturlendskum demokratium. Henda skyldan er veruliga ein av høvuðsuppgávunum hjá Føroya Løgmanni, hetta er ein av orsøkunum til, at hann fær einar 3-4 arbeiðsmannalønir um mánaðin. Men hóast hetta, hevur núverandi løgmaður ferð eftir ferð ignorera hesa skylduna, bæði í sambandi við embætisførslu hjá Jørgen Niclassen og Kára P. Højgaard. Hetta undirgravar sjálvt álitið á politisku skipanina, og kann hava ómetaliga skaðiliga ávirkan á okkara fólkaræði.

 

Lóggávan er greið, og tað at onkrir landsstýrismenn ikki hava fatað sína skyldu er heldur eingin umbering, tí hetta tekur lóggávan eisini hædd fyri:

§ 5. Løgmaður ella landsstýrismaður verður revsaður, um hann tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldur, sum liggja á honum sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ella lóggávuni annars ella starvsinnihaldi hansara.
Stk. 2. Ásetanin í stk. 1 er eisini galdandi, um so er, at løgmaður ella landsstýrismaður gevur løgtinginum skeivar ella villleiðandi upplýsingar, ella um hann, tá løgtingið viðger eitt mál, tigur við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum.

§ 6. Revsingin eftir § 5 er bót, hefti ella fongsul upp til 2 ár.
Stk. 2. Er brotið gjørt av ósketni, er revsingin bót ella hefti.
Stk. 3. Bøturnar verða ásettar eftir reglunum um dagbøtur í borgarligu revsilógini.

Lógin liggur her

 

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives