Hetta snýr seg ikki um partapolitikk

In: Hugleiðingar

30 Aug 2013

Í dag hava løgmaður og ymsir skutilsveinar roynt at politisera mótmæli í morgin. Vónin er sjálvandi at styggja nøkur burt, at fáa skilagóð sambands-, fólkafloks-, miðflokka- og sjálvstýrisfólk at halda seg burtur. Vónandi fer hetta ikki at eydnast, tí hetta tiltakið er ikki partapolitiskt!

 

Mótmæli snýr seg um rættarsamfelagið: Eru vit øll fevnd av landsins lógum? Skulu landsstýrisfólk brúka vit og skil? Skulu tey uppføra seg ábyrgdarfult, ella spæla høgt spæl í matador við landsins pengum? Er tað í lagið at lúgva og bedraga, bert tí tú ert í landsstýrinum? Skal serfrøði ella trúgv vera avgerandi í politiskum milliardaavgerðum? Og skal tað vera í lagið, at ein løgmaður svíkjur allar sínar mest basalu skyldur og brúkar undanførsluni, tað havi eg ikki skil uppá?

 

Hetta hevur einki at gera við, um tú hevur ein ella annan politiskan lit, hetta snýr seg um virðing fyri okkara politisku skipan, og tað snýr seg, um vit skulu lata okkara land fara til helvitis, tí landsins stýri ikki skilur sína uppgávu og enn minnið er ført fyri at útføra hana.

Onkur ynskir uttan iva nýval, well tað er ikki tað hetta snýr seg um. ABDH samgongan er vælkomin at halda fram, men neyðugt er, at tey, ið ikki megna sítt starv verða skift út.

 

Kári P. Højgaard hevur víst so stórt ósketni, og hevur í fleiri førðum roynt at dult upplýsingar, ið vístu hvussu nógvar milliardir hansara tunnil kann kosta okkum, og hvussu langt úti vánaligt handverki í tunnilslóggávuni er. Hann tykist enn ikki at fata, hvussu galið tað stendur til, og er í besta fallið ótrúliga seint fatandi og í versta fallið ein gemenur bandittur.

 

Løgmaður er eitt stás, men hann hevur síðstu dagarnar endurtikið, at hann ikki hevur, fer ella kundi droymt um, at hildið sína eftirlitsskyldu við landsstýrisfólkunum. Hetta er ein katastrofa, og kundi havt kostað føroyingum upp til tríggjar milliardir, um ikki onkur annar hevði rópt varskóð. Hetta átti at fingið øll í Sambandsflokkinum at rakna við og sett ein annan mann í løgmanssessin. Tað kann ikki vera í áhuganum hjá Sambandsflokkinum at øll virðing fyri politisku skipanini hvørvur.

 

Gamaní, nøkur politisk ungmannafeløg eru millum fyriskipararnar, men tílíkt hevði neyvan verið fyriskipað uttan okkara eldhugaða ungdóm. Við at bjóða fakfeløgum og ja, faktiskt øllum við, hava tey gjørt tiltakið tvørpolitiskt. Hetta snýr seg um, at savna allar føroyingar, ið ynskja at skil skal koma aftur á her í landinum, at vitan skal virðast og ábyrgd takast í álvara. Savna allar føroyingar, ið vilja byggja land!

 

Um tú ikki fert til mótmæli í morgin, so ert tú við til at tryggja, at óskilið og avmonteringin av reiðiligheit í polikki stendur við og versnar. Eg fari at mótmæla, kemur tú við?

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives