Góða Guðrið

In: Ummæli

2 Aug 2007

Guðrið Hansdóttir vísti á Summar Festivalinum í gjár, at hon er vorðin ein búgvin undirhaldari, ið leverar vøruna, sjálvt undir truplum umstøðum, og sum fyrsta navn á næststørsta pallinum á Summar Festivalium vóru hetta heilt røttu eginleikarnir.

 

Fyrireikararnir av Summar Festivalinum eiga rós uppiborið fyri val av navnið at lata næststørsta pallin á Summar Festivalinum upp.  Hóast áskoðaratalið var lágt, og umstøðurnar so sum so, leveraði Guðrið Hansdóttir eina góða og sannførandi framførslu.

 

Guðrið Hansdóttir spældi løg av komandi fløguni á konsertini, ið alment lat næststørsta pallinum á Summar Festivalinum upp. Flagsteltið við Flagspallinum var næstan tómt. Ikki fleiri enn umleið hundrað fólk vóru savnaði, og millum pallinum og mannamúgvuna (um hon kann rópast so)  var eitt stórt glopp. Hetta tyktist tó ikki at darva Guðrið.  Fleiri av løgunum kenna vit aftur frá Isadora and The Rebels, men eisini nýggjari løg sluppu upp í part, sosum kontriíblásta Sweet Music og Bob Dylan íblásta Sleepin With Ghosts. Bólkurin hjá Guðrið Hansen var eitt sindur skerdur av tí, at gittarleikarin Jón Klæmint ikki var við. Hetta gjørdi, at bólkurin mátti umskipa løgini nakað. Hetta varð gjørt á tann hátt, at løgini skuldu rigga best møguligt uttan manglandi el-gittarin. Hetta virkaði í støðum eitt sindur skizofrent. Men í stuttum leveraðu tey vøruna. Eg havi áður havt eitt sindur torført við nýggju poop útgávunum av Isadora  and The Rebels løgunum, av tí, at løgini í mínar metan hóskaðu betur í folk/rokk stílinum hjá Isadoru. Eins og røddin hjá Guðrið tyktist nærum fullkomin til tann stílin. Men í umskipaðu útgávunum riggaðu tey sera væl.

 

Guðrið sang alla tíðina sum ein dreymur, og her er uttan iva talan um eina av okkara allarbestu røddum. Framførslan var nakað órógva av, at pallhjálparfólkini bóru útgerð hjá Banaroo inn í teltið og valdu at ganga stytstu farleið beint ímillum áskoðararnar og pallin -Sera óheppið, at hjálparfólkið ikki hevði sama høga professionella støðið sum Guðrið og bólkur hennara. Ljóðmaðurin Baldur Kampmann eigur tó rós uppiborið, konsertin ljóðaði framúrskarandi væl, Flagsteltið hevur ikki altíð ljóðað líka væl, men við nýggjum ljóðteppum, og dugnaliga ljóðmanninum var ljóðið eins frálíkt sum bólkurin.

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives