Ótrúliga sterk debut frá Hamferð

In: Ummæli

23 Oct 2013

hamferdEg ummældið fløguna Evst, hjá Hamferð í Brunsj mánadagin. Hetta er eitt stórt verk, ið onkursvegna minnur meg um at lurta eftir einari opera. Her eru stórar kenslur og ein ræðulig søga, alt væl undirbygt av sera tungum og ógvilsligum tónleiki.

Hetta er ein framúrskarandi góð fløga, og ein, ið allir rokkelskarar kunnu njóta, um teir geva sær stundir og umstøður at seta seg niður og lurta, gjarna við tekstunum í hondini.

Hoyr ummælið her

Her eru nøkur av mínum notatum til sendingina:

 

Nú skal eg vera varðin við at siga ov nógv um undirtónleikagreinar innan tungmálm, eg havi opinbart í einum gomlum ummælið sagt, at Synarchy spæla dómadagsmálm, blanda við ferðmálmi og deyðsmálmi, og tað er follið onkrum so nógv fyri bróstið, at tey ikki meta meg vera føran fyri at ummæla tónleik.

 

So eg skal viðganga, at tá tað kemur til allar tær ymsiku undirgreinarnar  av tungmálmi, so eri eg ikki tann rætti at taka mær av kategoriseringini. Men Hamferð kalla sjálvir tónleikin Dómadagsmálm, so man tað ikki fara at passa.

 

Eg tók til stuttleikar og googlaði Doom Metal, og fann útav, at har eru 8 ymiskar undirgreinar til Dómadagsmálm. So ikki er tað lætt, men lýsingin er annars:

 

Doom metal is an extreme form of heavy metal music that typically uses slower tempos, low-tuned guitars and a much “thicker” or “heavier” sound than other metal genres. Both the music and the lyrics intend to evoke a sense of despair, dread, and impending doom.[1] The genre is strongly influenced by the early work of Black Sabbath,[1] who formed a prototype for doom metal with songs such as “Black Sabbath“, “Electric Funeral” and “Into the Void“. During the first half of the 1980s,[1] a number of bands from England (Pagan Altar, Witchfinder General), the United States (Pentagram, Saint Vitus, Trouble) and Sweden (Candlemass, Count Raven) defined doom metal as a distinct genre.

 

Men hetta er í øllum førum í stóran mun, rættiliga lágt tempo, og tað skapar eina ræðuliga sterka kenslu, av inniligheit, men eisini av óndskapi. Eg havi tó t.d. trupult við at meta um Evst, ið er fyrsta lagið á fløguni í veruleikanum er dómadagsmálumr. Hetta er ein agressur sangur, trummur og gittarar skapa ein villan stemning, hetta er líviligt, tó inniligt. Vokalurin er eitt bland, av onkrum, ið líkist opera og growli.

 

Handlar um pápa og son, ið eru í haganum og villast í mjørkanum, pápin lovar soninum at ansa honum, men í einari løtu er hann ikki nóg vakin og missur sonin burt, so fer hann í hóslag við tey gráu, fyri at fáa tey at hjálpa honum, men tað riggar ikki, og hann blívur svakur. Um eg skilji rætt, so skilur ella heldur hann, at sonurin er  nokk er dottin oman. Fløgan endar við lagnum har pápin tykist  at loypa av fjallinum, í vónini um, tó at hann ikki er vissur í, at hann fer at møta soninum.

 

Hetta er eitt stórt verk, og eisini eitt, sum eg haldi nógv, ið kanska ikki vanliga lurta eftir ekstremum málmi kundu fingi stóra gleði av at lurta eftir.

 

Lagið Deyðir varðar, má takast fram, hetta er  soræðuliga inniligt, byjar vakurt, gittarspælið leggur ein stemning av onkrum ófrættakendum eitt sindur av fjáltur og sorg,  Jón syngur við sangvokali , ið kennist næstan opera kendur. Teksturin snýr seg um, at pápin missur sonin burt. Lagið endar ógvisliga við at Jón Growlar. Hettaa er øgiliga stemningsfult, gittarspælið er framúr gott.

 

Við teimum kvirru gráu byrjar við at Jón syngur friðarliga, men kenslan er beinanvegin, at hetta byggir upp til okkurt villari . Lagið fer so yvir í tað øgiliga, jón syngur við sangrødd, álvarsligur stemningur. Góð balansa millum tað ordiliga friðarliga og tað ógvisliga. Hetta er sangurin har pápin fer í hóslag við tey gráu fyri at fáa tey at hjálpa sær at fáa sonin aftur.

 

At jarða tey elskaðu, byrjar bara við gittar og vokali, John Áki syngur, feita rødd eisini, gevur góða variatión í fløguna.  Hesin riggaði ótrúliga væl á konsertini.  har ljóðmaðurin gjørdi hasi trummutingini og ljóðið, ið leiður til tey ordiliga ógvisligt. Hetta lagið er eisini 4 minuttir og hevur tí faktiskt útvarpslongd. 🙂 Hetta riggar eisini væl sum intro til sinnisloysi.

 

Sinisloysi hevur ógvislig growl vers, og okkurt geyl sum at skapar svaka stemningin, hetta er tungt og ógvisligt, so kemur Eivør inn og syngur við, góður kontrastur til growlini og geylini. hetta er eitt ræðuliga ógvisligt lag. Frá umleið 6 minuttum inni í lagnum, riggar serliga væl  har Eivør og Jón syngja.

 

Ytst er lagið har alt endar, har pápin loypir av fjallinum, hetta  byrjar pent, so yvir í growl og yvir í operakenda vokalin. og so aftur growl.

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives