Gu’ skulu vit hava pápakvotur!

In: Hugleiðingar

1 Nov 2013
Eg við Marius og Mikal

Eg við Marius og Mikal

Eg helt, at politikarar kendu og skiltu hugtakið vunnin rættindi, og hvussu óluksáliga trupult tað er at vinna mist rættindi aftur. Men hasir Tinghús steyggjarnir við Alfred Olsen á odda royna kraft etimeg, at forða Johan Dahl í at geva okkum pápum nøkur rættindi, ið vit áttu at havt, men ikki hava í realitetinum í dag.

 

Eg eigi 4 synir í aldrinum 5-19 ár, so eg meti meg sera væl kvalifiseraðan í at úttala meg um hetta. Í okkara samfelagi eigur mamman barsilspengarnar, tað er samfelagskonventiónin, og sæst eisini aftur í hagtølunum, sambært Kringvarpinum. Tí pápar, ið taka meira enn teir 14 oyramerktu dagarnar eru undantakið.

Tá ein pápi fer í barsil, so verður ofta spurt hví? Um mamman skal okkurt ávíst? Um hon er sjúk? Hetta verður ongantíð spurt, um ein mamma fer í barsil. Hava tit nakrantíð spurt eina mammu, um hon ætlar at taka alt farloyvið? Ella um hví hon fer í farloyvi, um pápin er sjúkur?

Nei, neyvan ha?

Hetta ger, at ætlar ein pápi sær part av barsilstíðini, so skal hann taka hann frá mammuni, hann skal egoistisk brúka nakað av tí tíðini, ið mamman annars átti saman við sínum nýfødda. Eg havi sjálvur gjørt tað einaferð, og soleiðis kendist tað altso.

Eisini yvirfyri arbeiðsgevarum er hetta nakað, ið man skal forklára og næstan biðja loyvi um, tí tað er ikki tín natúrligi rættur.

Lóggavan við pápakvotu ger tað til mansins rætt, broytir konventiónina, á sama hátt sum við verandi 14 døgum. Eingin setur í løtuni spurnartekin við, um man tekur teir 14 dagarnar, ið pápin hevur oyramerktar.

Vit pápar eiga at fáa rættin at vera saman við okkara børnum, tað skulu eingir turrgeldir steyggjar á tinghúsvegnum nokta okkum.

 

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives