Melodiskur og ógvisligur tungmálmur

In: Ummæli

20 Nov 2013

valkyrja“Eg haldi, at melodimessiga er hetta ein sera sterk útgáva, tónleikurin er fyri tað mesta ræðuliga larmuttur, trummirnar koyra við asins ferð, og Terji fresar við gittaranum og spælir soloir, men omaná liggur næstan altíð ein fangandi melodiur.

Men hetta hevur verið styrkin hjá Týr í nógv ár, ella faktiskt altíð. Teir duga væl at skriva melodiir. Eisini riffini hjá teimum eru ofta sterk, og Valkyrja er einki undantak. ”

Hetta vóru nakrar av niðurstøðunum, ið eg borðreiddi við, tá eg ummældi Týr í Brunsj mánadagin. Ùtgávan fær 5 av 6 møguligum stjørnum.

Hoyr ummælið her

 

Týr er melodiskur tungmálmur, og teir taka íblástur frá nógvum ymiskum støðum, eg haldi man kallar hetta fyri viking metal, ella folk metal. Havi lisið nógv, ið hava roynt at sett Týr í bás, men tað er ikki so lætt. Vanliga verður Folk Metal, Power Metal, Viking Metal, og New Wave of British Heavy Metal nevnt.

 

Eg eri sjálvur eins og teir stovnandi limirnir í Týr, vaksin upp við New Wave of British Heavy Metal og bólkum sum Iron Maiden, Judas Priest og Motorhead, og eg haldi meg hoyra nógv av hesum í Týr. Men samstundis er hetta heilt egið. Týr ljóða sum Týr.

 

Eg havi altíð verið rættuliga imponeraður av tí seriøsiteti, ið Týr hava lagt fyri dagin, teir taka seg sjálvar og sín tónleik í ramasta álvara. Teir arbeiða hart fyri tí, sum teir elska at gera, og hava stríðst fyri hesum í 15 ár nú. Eg sá Hera skriva nú ein dagin, at teir enn ikki kunnu liva av bert tónleikinum. Tað er imponerandi, at teir hava hildi á í so nógv ár, hóast hetta er umstøðurnar. Eg vóni veruliga, at teir við hesari útgávuni og nýggja plátufelagnum, kunnu røkka málinum um at gerast fíggjarliga óbundnir.

 

Men Týr hava eisini eitt annað slag av seriøsiteti, ið eg eri minst líka imponeraðuar av. Vit sum vóru børn og tannáringar í 1980’unum, vit lurtaðu eftir tungmálmi og gittargudum við ótrúligum soloum og tónleiki, sum var tekniskt sera imponerandi.

 

Men so komu 90’ini við sínari ironisku distansu. Tónleikurin bleiv grunge, punkuttur og Nirvana vendi øllum á høvdinum. Til síðst kundi man ikki spæla eina góða gittarsolo, uttan at smíla umberandi og siga nei tvælt aftan á.

 

Men Týr vóru stovnaðir í hesari tíðini, men skitu á tað, og gjørdu bara tekniskan tungmálmstónleik og vóru ernir av tí, flottar soloir, og so spæla teir enntá í brynjum uttan eitt einast ironiska eygnabrá.

 

Tað, at teir taka víkingamálmin og søguliga kontekstin í so stórum álvara, fekk nógv at taka frástøðu frá teimum í byrjanini, tí tað ikki var kul í tíðini, men í dag kann eg siga, at hetta er ein av orsøkunum, at bólkurin hevur ein stóran fjepparaskarða kring heimin.

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives