Guð segði tað so væl nú ein dagin

In: Hugleiðingar

3 Dec 2013

gudÁ almenna profilinum hjá Guð á Facebook stóð tað so væl nú ein dagin, at tað eru bert tvey boð, ið veruliga eru galdandi: Ver kul, og ikki eitt reyvarhol.

 

Í hesum døgum, har Kaj Leo Holm Johannesen hevur kunngjørt fyri sínum undirsáttum, at teir skulu atkvøða ímóti at lata samkyndum somu rættindi, sum hinkynd hava, eru hesi boðini sera nærverandi.

 

Ikki tí, at Kaj Leo sjálvur heldur, at samkynd framhaldandi skulu vera fyri mismuni. Nei, hann noktar sínum samgongufeløgum at virða mannarættindini,  fyri at tryggja, at hann eisini framyvir kann kalla seg løgmann.

 

 

Tá má eg veruliga siga, at Kaj Leo brýtur bæði boðini. Tí tá tú sjálvur heldur, at okkurt ikki er í trá við mannarættindi, og tú velur ikki at loyva, hesum at verða broytt til tað betra. So ert tú ikki serliga kul. Tá tú selur minnilutabólkar fyri egnan persónligan vinning, so ert tú heldur ikki serliga fittur, tað er faktiskt nokkso reyvarholsligt.

 

Jú gamaní, Miðflokkurin og útvaldir sambands- og fólkaflokspolitikarar meta seg hava rætt at avgera um tvey vaksin fólk av sama kyni sleppa at giftast ella ei. Men hesi eru øll pr. defitinitión forstokkaðir ekstremistar*. Friður verði við tí, soleiðis eru tey bara.

 

Allir samgongutinglimirnir eru bundnir av samgonguskjalinum. Men sum tinglimur er tú fyrst og fremst bundin av tínari samvitsku og tínari sannføring. Um tú metur, at mannarættindini vera skúgva til viks, við bert at loyva einum bólki (teimum hinkyndu) serlig giftingarrættindi. So eigur tú at atkvøða fyri uppskotinum. Mannarættindakonventiónin er langt yvir nøkrum samgonguskjali, tað er tín samvitska eisini.

 

Janus Rein, nýklaktur Fólkafloksmaður situr við mandati givið av Framsóknarveljarum, hann fór uppá val við klárum boðskapi um rættindini hjá teimum samkyndu. Fellir hann uppskotið hevur hann veruliga svikið sínar veljarar. Hetta er galdandi fyri øll tey, sum nú eru inni, og lovaðu at verja rættindini hjá teimum samkyndu.

 

Eg skjóti upp, at øll vit, ið vilja hava hjúnarbandslógina broytta, skriva til okkara umboð á tingi. Tann, ið tit valdu, og boða frá, at tit vænta, at tey virða mannarættindini hægri enn samgonguskjalið, og at tit ikki velja tey aftur, um tey svíkja:

T.d., hesi tonktu dømini:

Góði Kaj Leo
Eg atkvøddi fyri tær til síðsta val, tá tú nú noktar tinglimum at atkvøða eftir sínari sannføring, ið einum mannarættindamáli, so kann eg ikki stuðla tær aftur til komandi val.

Vónandi broytir tú meining.

Vinarliga

Jens Jensen

ella:

Góði Hanus Samró
Eg atkvøddi fyri tær til síðsta val, um tú ikki stuðlar broytingini í hjúnarbandslógini, so kann eg ikki stuðla tær aftur til komandi val. Vónandi atkvøður tú fyri broytingini

Vinarliga

Jensina Jensen

 

67% av føroyingum er fyri at broyta hjúnarbandslógina til eisini at fevna um samkynd, hetta skuldi merkt, at fáa vit øll við uppá hetta, so fær Kaj Leo yvir 1.300 mailar og boð á Facebook, og Hanus Samró fær yvir 200 mailar og boð, og hetta er bara um 67% av teirra veljarum skriva til teirra. .

 

Tíðin er komin, at vit føroyingar vísa tenn, og siga løgtinginum, at vit ikki longur finna okkum í einum minnilutadiktatur, har Miðflokkurin saman við øðrum ekstremistum forðar fyri broytingum, ið stórur meiriluti er fyri.

 

*) Tey av teimum, ið lesa hetta, og ikki meta seg sum ekstremistar, tey fara skeiv. Tí um tú tekur tær rættin, at avgera hvussu onnur vaksin fólk vilja liva saman, so hevur tú sjálvur tikið tær ekstremist leiklutin. Tað slepst ikki undan, liv við tí.

 

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives