Anfinn fekk lív í Vágsbø

In: Ummæli

5 Aug 2006

Anfinn & Co hevði eina trupla uppgávu, at fara á pallin eftir boðini um, at Shu-Bi-Dua ikki komu alíkavæl, men hesa uppgávu megnaðu teir væl.

Summarfestivalurin

Anfinn hevur ein stak góðan bólk við sær, og teir spældu væl kontrirokkin hjá Anfinni. Hittparadan var sera long. Løg sum Parabol, Caramba, Mítt hjarta pumpar fyri tær, Klumpar í Sósini, Útsalg og Sirkus Tinganes vóru bert nøkur av nógvu syngi við slagarunum, sum rungaðu um Vágsbø.
Anfinn er undirhaldandi á pallinum á ein “Jógvan Ósá”kendan hátt, og hann fekk veruliga lív í fjøldina. Fólk hugnaði sær veruliga. Anfinn og Co var eitt stuttligt og gott innslag í fólkaveitsluni, ið Summarfestivalurin leggur seg eftir at vera.

Anfinn & Co hevur nógvar av kvalitetunum, ið eisini eyðkenna Shu-Bi-Dua: Stuttligir tekstir og fangandi og løtt løg, tó eru løgini hvørki líka góð, ella tekstirnir líka stuttligir og viðkomandi sum teir hjá donsku stórubeiggjunum. Mest av øllum so er Anfinn ikki Michael Bundesen. Tó at hann gjørdi eina fína Bundesen parodi.

– Shu-Bi-Dua eru lendir alíkavæl! Eg veit ikki hvussu hetta ber til, eg fekk bara at vita, at eg skuldi presentera teir, segði Sjúrður Skaale, áðrenn Anfinn og Co komu á pallin at spæla eykaløg, Anfinn ílatin sum Michael Bundesen við kaskettinum umvendum á høvdinum og opnari svartari skjúrtu og hvítari undirtroyggju.

Teir spældu “Står på en alpetop” og hetta var eitt slag av plástri á sárið hjá teimum, ið nú ikki sluppu at hoyra tí veruligu vøruna.

 

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives