Rennibloggurin aftur í gongd

In: Renniloggurin

23 Jan 2014

Oyje, Oyje so var man í gongd aftur, annan rennitúr í somu viku. Tá meinar man tað. Ætlanin er greið, 1/2 maraton til Tórshavn Marataon, og gjarna eina tíð, ið er nær við mínari tíð frá 2010, ið var 1:46:29.

 

Men málið áðrenn tað er eitt sindur minnið ambitøst, tað er at fáa 3 rennitúrar um vikuna, og ikki at verða skaddur. Síðan eg fekk ein skaða í 2010, hevur verið sera ringt at komið í gongd aftur, tí eg havi verið ov ótolin við liðunum hjá mær, og havi økt longd og ferð ov skjótt, men nú verður øðrvísið.

Tá eg seinast vandi upp til Tórshavnar Marathon í 2010, skrivaði eg ein renniblogg, tí hetta gav renningini eina meining fyri meg, eg skrivi, eg eri ikki ítróttarmaður, tí kann eg síggja hvørja renning sum empiriskt research til ein blogg, soleiðis verður aftur nú.

18. januar 2014
3.26 km uppá 21.41 minuttir, ikki nøkur super tíð, men tað er sirka har vit eru beint nú.

20140118runFyrsti túrurin síðan august varð runnin leygardagin, ein fínur túrur út til brunnarnar har út móti Glyvursnesi, eg orkaði ikki serliga væl, so tempoið varð hildið lágt, men hetta var sjálvandi eisini fyri ikki at leggja ov har út og fucka mær knæið upp.
Veðrið var heilt ok, turt hesa løtuna og eitt sindur kølið, men einki sum mítt super kiksaða panniband/oyrahitari ikki kláraði at vinna á.

Tónleikurin var mín playlisti, Best of FO, har eg havi nøkur av allar bestu føroysku løgunum samlaði:

Teitur – You Never Leave LA
The Reverends – When You’re Done
Eivør – Wall of Silence
Páll Finnur Páll – VIðurkenning
MC-Hár – Vátt

Har blivu ikki teir stóru tankarnir hugsaðir, mest konsentreraður um at renna, hvussu kroppurin føldist og so sjálvandi av at syngja við til tónleikin.

23. januar 2014
3.22 km uppá 21:56 minuttir, sirka sama tempo, serliga tá hugsað verður um at her eru nógv fleiri brekkur enn á hinum túrinum.

20140123runÍ dag rann eg so seinna túrin, havi gjørt eitt sindur av konditiónsvenjing innandurða og gingið nakrar túrar, tað skuldi kompensera fyri einum rennitúri, so sjálvt um tað bara bleiv til tveir rennitúrar hesa vikuna, so siga vit, at vit eru on track.

Tað var so seint, at eg fór at renna hendan túrin, at eg ikki tímdi at renna út í myrkrið móti Glyvursnesi, so túrurin bleiv út undan Kongavarða, oman eftir Glyvursvegnum niðan framvið AB-Vøllinum, inn á botn og so aftur til gøtuna niðan til undir Kongavarða, og eftir henni til hús.

Ein fínur túrur, nógvu brekkurnar eru ivaleyst góðar fyri konditiónina.

Aftur varð mest hugsa um kroppin, og nú er rann úti millum fólk konsentreraði eg meg um ikki at syngja ov hart við, til Best of FO playlistan:

Kári P. – Súrligar nætur í Keypmannahavn
Boys in a Band – Super Contagious
Lena – Stones in my Pocket
Krit – Some People Just Weren’t Made to Fit in
Teitur – The Singer
Kaj Klein – Sigi sum er

Eg má siga, at eg minnist meg ikki at hava hugsað um tað áður, hóast eg havi ummælt Kaj Klein, men meðan eg rann og lurtaði “Sigi sum er”, serliga niðurlagnum, so kom mær til hugs, at tað passar sera væl til okkara Løgmann:

“Lítið veit eg
men tað er ofta nokk.”

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives