Tað ónda í myrkrinum

In: Renniloggurin

28 Jan 2014

Um okkurt tykist, sum eitt ringt hugskot, so er tað ofta eitt ringt hugskot. Sum tey flestu ivaleyst hava varðnast, so er veðrið skræpuvánaligt í Føroyum í løtuni, tí er tað ikki bestu líkindi at renna í. Eg havi líka síðan leygardagin ætla mær ein túr út at renna, men tað hevur antin ikki ligið fyri, ella hevur veðrið verið ov keðiligt, so nú mánakvøldið var komið, føldi eg eina ávísa plikt.

 

28. januar 2014
3.70 km uppá 24.21 minuttir, ikki nøkur super tíð, men tað er sirka har vit eru beint nú.

renningGamaní, eg havi kompensera við fysiskum venjingum innandurða, men tað er altso ikki tað sama, tí eg ætli mær altso at renna í ár. Tí var eg uppsettur uppá, at fara at renna ein túr, eisini hóast veðrið var illfýsið við regni og vindi.

Tað tyktiskt onkursvegna, sum eitt ringt hugskot, men ein onnur rødd segði, at nú var eg farin í gongd, og tí var týdningarmikið, at eg helt á, og ikki steðgaði upp aftur.

So við Dio í oyrunum, iphonini í einum plastposa og einari kenslu av, nú skal tað fanime vera, men fuck eg tími hetta illa, fór eg út í kuldan, regnið og vindin. Meðan eg stóð har og leitaði eftir GPS sambandi, so angraði eg tað longu.

Eg vendi tó ikki heimaftur, men rann í staðin við Lady Evil hjá Black Sabbath í oyrunum oman eftir vegnum her undir Kongavarða, uppi við rundkoyringina skifti telefonin til lagið I hjá sama bólki, við Dio sum oddamanni. Hetta var jú mín Dio playlisti. Meðan eg rann niðan eftir Glyvursvegnum í myrkrinum, tyktiskt tað ófrættakent við døpru tónunum, og eg hugsaði eina løtu, um okkurt ónt mundi goyma seg í myrkrinum.

Tíanverri fekk eg rætt í mínari ræðslu tí mitt har á vegnum í myrkrinum var ein stórur óndur hylur, ið eg traðkaði beint í. Eg av gjørdi at venda við, áðrenn eg breyt meg sundur ella traðkaði í enn ein hyl.

So rann eg omanaftur og inn eftir ovasta vegnum á Hamrinum og heilt inn á botn, og so yvir aftur og inn á hin botnin. Síðan rann eg heim, og fyri at fáa eitt sindur longri túr, rann eg eisini inn á botn undir Kongavarða og  heim aftur.

Túrurin var satt at siga ræðuligur, tað var nakað so forferdiliga óbehagiligt við regni og vindi, eg kendi meg avbardan av náttúrini, og komin heim mundi eg ikki fingið afturhald, sum eg hostaði.

Annars var mín samlaði listi av sangum, alt løg við Dio:

Black Sabbath – Lady Evil
Black Sabbath – I
Black Sabbath – Children of the sea
Rainbow – Man on the Silveramountain.
Rainbow – Self Portrait

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives