Lisbeth er ordiligt fólk

In: Hugleiðingar

10 Feb 2014

Lisbeth L. Petersen130Lisbeth L. Petersen hevur í dag tikið seg úr Sambandsflokkinum. Eg var sjálvur uppi í útvarpinum, har eg skuldi ummæla eina fløgu, tá fyrrverandi formaðurin í flokkinum, fyrrverandi borgarstjórin í Havn, og ein tann mest markanti kvinniliga politikkarin í Føroyum, boðaði Føroya fólki frá sínari avgerð.

Tá hon saman við útvarpsvertinum kom í sendihølið, fall tað mær ikki inn, at hetta fór at vera  ein so stór løta, at fráboðanin skuldi vera tann hon bleiv. Men tá eg hoyrdi hana koma við sínari fráboðan, var eg ikki í iva, at hetta var ikki bara ein protest, men ein søgulig hending, ið fer at vera skrivað í Føroya søgu, tí Lisbeth er ikki hvør sum helst.

Lisbeth Petersen vann sær nógva virðing, tá hon í ringastu krepputíð stillaði seg við róðrið í Føroya størstu kommunu, og var tann, ið stýrdi millum skerðini, tá harðast leikaði á. Hetta var ein dama, ið ikki ræddist ábyrgd, ein virðiligur politikkari á allan hátt.

Eg havi arbeitt saman við fólki, ið arbeiddu fyri hana í tíðini sum borgarstjóti, og ordilig og arbeiðssom eru orð, ið vóru afturvendandi, tá tey umrøddu hana.

Hennara avrik sum borgarstjóri í Havn, vóru so góð, at hon hóast nógvar sparingar og ringar tíðir var greiður toppskorari á valinum eftir. Men politisk telving vildi tað soleiðis, at hon misti sessin sum borgarstjóri.

Lisbeth er eisini ordiligt sambandsfólk, hon er abbadóttir Andras Samuelsen, ið var ein av stovnarunum av flokkinum, og av markantastu sambandspolitikkarunum gjøgnum tíðirnar. Lisbeth er úr sjálvari royalu familjuni í Sambandsfllokinum. Hon hevur verið limur í Sambandsflokkinum í 50. Hon er fyrrverandi formaður í flokkinum, og hevur sitið 16 ár í býráðnum, og 18 ár í Løgtinginum, umframt at hon hevur umboðað flokkin í Fólkatinginum.

Virðingin fall nakað, tá hon, sum formaður í sambandi við eitt valstríð, skuldi forsvara ein skattalætta, ið sambært Sambandsflokkinum hevði ein sosialan profil. Í valsendingini gjørdist greitt, at Lisbeth sum formaður í flokkinum, ikki skilti, hvussu skattalættin var skrúvaður saman, og hvussu hann var sosialur. Tí endaði hon við at siga, at tað var hemmiligt, og hon gjørdist tí til láturs. Avleiðingin var, at flokkurin misti atkvøður, og í síðsta enda mátti Lisbeth gevast sum formaður í flokkinum.

Eftirtíðin hevur tó víst, at skattalættin ikki hevði ein rættan sosialan profil, og at tað ikki var so undarligt, at hvørki Lisbeth ella restin av okkum skilti, hvussu hann var sosialt rættur. Tí var hennara feilur nokk mest, at hon hevði álit á sínum vælútbúnu floksfeløgum, ið høvdu funnið uppá skattalættan. Umframt at hon ikki hevði situatiónsfornemmilsi til at vísa á, at fíggjarmál mátti eitt nú Magni Laksafoss svara fyri, tað var jú hansara skattalætti.

Stjørnan hjá Lisbeth bliknaði í hesum málinum, og eg haldi eisini, at hon lærdi av tí, hetta ber avgerðin hjá henni í dag eisini boð um. Hon er ikki longur ein, ið bara letur sær um ganga. Eg ivist ikki í, at nógv av teimum meira sosialt tilvitaðu sambandsfólkunum við hesari avgerðini hjá Lisbeth noyðast at taka støðu til, um tey kunnu stuðla uppundir leiðina hjá Kaj Leo og Jørgen.

Og meðan løgmaður hevur fingið sær skoðbrá til á náttura til at finna mest jaliga háttin at vinkla hetta, so fari eg at takka Lisbeth fyri, at hon sum eitt ordiligt fólk vísir á, at nú er nóg mikið.

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives