Sum í tropunum á Vágsbøi

In: Ummæli

6 Aug 2006

Eyðun og Terji spældu ikki bert út um pallkantin, men uppum regnið, og tú gloymdi eina løtu hvussu keðiligt veðrið var á Summarfestivalinum.

Summarfestivalurin

Skal nakað jaligt dragast fram um allar seinkingarnar í flogferðsluni til Summarfestivalin, so er tað tað, at ein bólkur sum Eyðun og Terji flutti úr Flagsteltinum upp á stóra pallin, har teirra tónleikur í veruleikanum hoyrdi heima.

 

Tað regnaði illa, meðan Eyðun og Terji spældu, men áskoðararnir gloymdu regnið – mest sum flýggjaðu til tónleikin og kendu seg sum í tropunum.

 

Hesir báðir eru tveir av størstu føroysku sangskrivarunum nakrantíð, og løgini, ið teir spældu, eru øll fólkaogn. Her vóru løg av útgávum hjá Frændum, Føstufressum, Moirae, Eyðun og Terja og Eyðun Nolsøe og Summarfestivalurin sang við.

 

Summarfestivalurin er ein fólkaveitsla, eitt slag av Norðoyarstevnu við tónleiki. Til eina tílíka fólkaveitslu er tónleikurin hjá Eyðun og Terja heilt perfektur. Hetta var ein ferð í føroyska lagaskattinum, tá hann er best. At tónleikurin so oman á alt er væl spældur, ger bara alt nógv stuttligari.

 

Tá nógv túsund fólk sungu við til løg, sum Tú, Millum mussarnar, Dansa, Dupult song, Eg flýggi til tónleikin, Hvussu kann eg vita, 80’ini og nógv onnur, vitnaði tað um tí heilt serligu støðu, ið Eyðun og Terji hava í føroyskari mentan.

 

Eyðun og Terji høvdu stutt sagt eina av bestu framførslunum á festivalinum.

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives