MC-Hár næstan 23 ár – Ólavsøka, stripparar og Terji Rasmussen

In: Hugleiðingar

13 Feb 2014

mc-har2oo1Ólavsøkukonsertin í 2001 er og verður ein varði á leiðini fyri MC-Hár. Hóast bólkurin næstan var farin í upploysn, júst tá populariteturin var størstur, so vóru vit fýra, ið vóru eftir í bólkinum fult uppsettir uppá, at vit skuldu halda fram, fyrst og fremst, tí vit elskaðu tónleikin, hvønn annan og tykkum øll.

Heilt ófatiliga nógvir tónleikarar hava spælt við MC-Hár gjøgnum tíðirnar, og serliga fyrstu árini gekk hurðin títt. Men tá Niels Arge Galán, Uni Árting og Tróndur Bogason allir fóru úr bólkinum beint eftir Spot Festivalin í 1999, so kendist smeiturin harður. Uni hevði bert verið við í gott og væl eitt hálvt ár, eftir at Petur Dalsgaard, eins og gittarleikarin Torkil Olsen áðrenn hann, var farin úr bólkinum. Hetta vóru alt sera týðandi limir, ið spældu ein stóran leiklut í MC-Hár.

Eftir vóru:

Niels Uni Dam, rapp

Allan Mortensen, rapp

Heri Reynheim, bass

og Jónas Bloch Danielsen, gittar.

Vit valdu tó, at taka tað róligt og finna fótafestið aftur. Serliga var tað ræðandi at halda á uttan Trónd, ið spældi ein størri leiklut enn nakar annar í lagsskrivingini á báðum fløgunum.

Longu beint fyri jól í 1999 bóðu vit Diatribes gittarleikaran Jens koma við í bólkin, hann játtaði. Tí har var eingin ivi um, at hetta var maðurin, ið vit vildu hava. Okkara fyrrverandi trummuleikari Fríði Øster, játtaði eisini at spæla trummur, tá hann ikki var bundin av øðrum uppgávum, tí hann spældi nógv við bólkum í Danmark.

Men tað var munandi verri at avgera, hvør skuldi avloysa Trónd, bæði sum sangara og ljómborðsleikara, og gjarna eisini, sum ein, ið tók lut í lagaskrivingini.

Alt hekk stutt sagt í leysari luft. Tí spældu vit onga konsert í 2000, men tá boð var eftir okkum til ólavsøkukonsertina í 2001, var eitt buzz í luftini. Vit høvdu spælt nógv og verið populerir, og vóru so knappiliga horvnir. Har lá nógv trýst á okkum, tí vit vóru lanseraðir sum eitt av høvuðsnøvnunum og spældu seint.

Man roknaði við nógvum fólki, og vit vistu tí, at hetta var ein vinn ella forsvinn konsert. Fríði hevði tíð, Jens var tendraður so har manglaðu sangrøddir fyri Trónd og Niels og ein ljómborðsleikari.

Vit ringdu til Magnus Johannesen, hann dugdi alt, og hevði í Taxi víst, at hann eisini dugdi at larma. Hann segði beinanvegin ja.

So manglaðu vit tveir sangarar. Terji Rasmussen var beint fyri, vinur av bólkinum, og fyri meg (Niels Una) ein av orsøkunum til, at eg byrjaði at spæla tónleik, og saman við Dee Snider høvuðsfyrimyndin á einum palli.  Terji segði eisini ja, hetta gekk jú super.

Men vit vildu hava ein afturat, tí sumt skuldi syngjast fleirrædda. Besti sangari í Føroyum beint tá, var Rókur Jákupsson Jakobsen, so vit ringdu eisini til hansara, og hann segði eisini ja.

Vit høvdu áður prátað um at hava stripparar við okkum á pallin á ólavsøkukonsertini, men onkur gudiligur í FUT nevndini hevði niðurlagt veto. Men nú var nevndin meira tolsom, við Kaj Johannesen á odda. Tí ringdu vit til Kaggan, ið hevði stripparar hesa ólavsøkuna, og avtalaðu, at lána tær eina løtu. Eisini fingu vit okkara fasta ljósmann Egil Barclay Høgenni Hansen at gera ljós, hann og Johan Faulkner Mouritsen fóru all in, og bygdu okkum eitt risastórt hjarta, ið skuldi breiða kærleikan út til fólkið.

Tey, ið høvdu vænta nógv fólk, høvdu rætt. Eini 4000 fólk vóru komin saman í Kommunuskúlagarðinum, og tað kendist ótrúliga gott at spæla fyri teimum, tí tey vóru super tendraði. Tit kunnu nú uppliva ella enduruppliva konsertina niðanfyri. Tað var okkara góði vinur Karl Anton Klein, ið filmaði:

Sunnudagin 16. februar verður MC-Hár 23 ár, í hesum sambandi deila vit ymiskt við tykkum hesa vikuna.

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives